FNF, Foreningerne Nordens Forbund, sum er paraplyorganisatiónin fyri norrønu feløgini, hevði aðalfund í Reykjavík 27 oktober 2024 við rúgvismiklari skrá.
Norrønu feløgini eru skipa í lokalfeløg í størru londunum, sum hava eitt landsfelag, men í Ålandi, Føroyum og Grønlandi er bara eittans felag. Tað finnast umleið 285 lokalfeløg í Norðurlondum við tilsamans sløkum 30.000 limir.
Drúgt og áhugavert kjak var um í hvønn mun og hvussu Norrønu feløgini skuldu taka upp politiskar spurningar. Visiónin hjá FNF tosar um størri integratión av norðurlondum og hevur ein norðurlendskan « forbundsstat » sum endamál. Hóast forbundsstaturin er kanska langt burtur so er neyðugt at arbeiða við fleiri deilmálum á leiðini. Tað hevur týdning at tilgongdin til forbundsstatin hevur eina og somu kós í londunum og at stigini á leiðini eru ítøkilig og vera við til størri integratión. Norðurlandaráðið viðtók á ársfundinum eina «rekommandatión» hvørs endamál er at hyggja nærri at sjálvari Helsingforssáttmálanum, m.a. hvørji politikøkur skulu leggjast afturat sáttmálanum og eisini at gera tað møguligt at Grønland, Føroyar og Åland kunnu søkja um fullan limaskap. Tosað var á FNF fundinum um at styrkja Norðurlandaráðið við einum «kamari» afturat, har tað verður beinleiðis val til og um at stuðla undir at nýggj politikøkur verða fevnd av Helsingforssáttmálanum. Leiðslubólkurin fekk til uppgávu at arbeiða við at gera felags politiskar málmsetningar fyri Norrønu feløgini.
Í sambandi við at Norðurlendska ráðharraráðið hevur broytt uppsetingina av fíggjarlógini, eru Norrønu feløgini tikin av fíggjarlógini og eru noydd at søkja tann stuðul í kapping við so nógvar aðrar organisatiónir. Broytingin er nógv kritiserað í Norrønu feløgum tí tey meta seg at verða grundarlagið undir øllum norðurlendskum samstarvið og hava uppiborið størri tign enn tey fáa í dagsins fíggjarlógararbeiði.
Tann nýggja fíggjarleisturin i Ráðharraráðnum staðfestur at Norrønu feløgini skulu søkja um stuðul. Hetta hava so øll landsfeløgini gjørt og tey hava fingið játtað stuðul. Føroyar hevur fekk játtað slakar DKK 200.000 um árið í trý ár. Tey størru feløgini fingu uml. DKK 350.000 um árið hvør.
Svøríki hevur formmannskapin í FNF í 2025 (fylgir formansskapinum í Norðurlandaráðnum). Avtalað varð, at næsti fundur í FNF verður til várs og verður hann digitalur. Á skránni verður m.a. principprogram, virkisætlan og politiskir málsetningar.