Yvirlýsing frá Norrøna Felagnum í Føroyum
Norrøna Felagið í Føroyum stuðlar føroysku umsóknini um fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum
Føroya løgting hevur einmælt samtykt, at Føroyar søkja um limaskap í Norðurlandaráðnum. Umsóknin varð send Norðurlandaráðnum í 2016, og hon er framvegis til viðgerðar.
Í umsóknini verður sum høvuðsorsøk staðfest, at Føroyar hava til fulnar yvirtikið øll málsøki, ið verða viðgjørd í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharraráðnum, og at tað einans eru Føroya løgting og Føroya landsstýri, ið hava tjóðskaparligan avgerðarførleika á nevndu økjum.
Við hesum í huga er ikki eitt haldgott sjónarmið, at Føroyar ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við hini Norðurlondini í tí norðurlendska samstarvinum, har mál, ið hava við Føroyar at gera, verða viðgjørd.
At Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum er heilt í samsvari við allar tær yvirlýsingar og framtíðarhugsanir, sum siga at norðurlendskt samstarv byggir á álit, inklusjón, fólkaræði, og at Norðurlond skulu verða tann mest integreraði parturin av heiminum í 2030.
Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er eitt rætt og týdningarmikið stig tann vegin.
30. oktobur 2023
Norrøna Felagið í Føroyum