Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur heitt á Norrøna Felagið um at gera tilmæli um limir, ein mann og eina kvinnu, at umboða felagið í Ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið.
Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur, hevur sitið í Ráðgevandi nevndini hetta seinasta skeiðið, og felagið hevur gjørt av at skjóta upp, at Eyrith heldur fram.
Nú í endan apríl 2023, hava felagið fingið tilnevningarskriv frá Almanna- og mentamálaráðið.
ALMANNA— OG MENTAMÁLARÁÐIÐ
27. april 2023
Tilnevningarskriv
Ráðgevandi nevndin fyri Norðurlandahúsið 1. mai 2023 til 30. april 2026
Sum landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum skal eg við hesum formliga heita á tygum um at vera limur í Ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið í tíðarskeiðnum 1. mai 2023 til 30. april 2026.
Endamálið hjá Ráðgevandi nevndini er at stuðla og ráðgeva leiðslu og stýri fyri Norðurlandahúsið. Í Ráðgevandi nevndini eru 15 limir, sum verða valdir fyri trý ár í senn: Fimm umboð fyri LISA, eitt fyri Fróðskaparsetur Føroya, eitt fyri Kringvarp Føroya, eitt fyri Landsbókasavnið, eitt fyri Tjóðpall Føroya og fimm eftir landafrøðiligari umboðan.
Hesi eru tilnevnd fyri 2023-2026:
Eftir tilmæli frá: | |
LISA | Marita Dalsgaard, leiklist |
LISA | Helle Thede Johansen, ritlist |
LISA | Ósbjørn Jacobsen, arkitekturur |
LISA | Johan Martin Christiansen, myndlist |
LISA | Kristian Blak, tónlist |
Fróðskaparsetri Føroya | Hannes Gislason, deildarleiðari |
Kringvarpi Føroya | Barbara Samuelsen, mentanarleiðari |
Norrøna Felagnum | Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur |
Landsbókasavninum | Laura Vinther, bókavørður |
Tjóðpalli Føroya | Barbara Hentze í Stórustovu, leiklistafrøðingur |
Eftir vali hjá landsstýriskvinnuni eftir landafrøðiligari umboðan: | |
Eysturoy | Magnus Magnussen, arkitektur |
Norðoyggjar | Jógvan Andrias Joensen, listamaður og sjálvstøðugt vinnurekandi |
Norðurstreymoy | Fróði Skúvadal, form. í bygdasavnsnevndini og miðnámsskúlalærari |
Suðuroy | Lív Næs, tónleikari og kvøldskúlaleiðari |
Vágar | Sølvi Simonarson, menta- og trivnaðarsamskipari |
Takk fyri at tygum taka við sum limur ig blíðan byr við arbeiðinum.
Viðheft er reglugerð fyri Ráðgevandi nevndina
Vinarliga
Almanna— og mentamálaráðið
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna
Eyðun Mohr Hansen,
aðalstjóri