Útnorðurráðið

Útnorðurráðið (Vestnordisk Råd) er ein millumtingafelagsskapur, ið umboðar ting Grønlands, Íslands og Føroya. Í ráðnum sita 18 tinglimir, seks úr hvørjum landi. Í tíðarskeiðnum millum ársfundirnar verður ráðið stýrt av formansskapinum, ið hevur ein tinglim úr hvørjum landi. Hvørt ár skiftir formansskapurin landanna millum. Eisini kann ráðið seta nevndir at arbeiða við serstøkum málum.

Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. september 1985. Ráðið fekk eina umsiting í 1997, sum síðani hevur hildið til í skrivstovuhølum hjá Altinginum í Reykjavík. Aðalskrivarin í Útnorðurráðnum stendur fyri dagliga arbeiðinum.

Útnorðurráðið er virkið í altjóða arbeiði. Ráðið hevur eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum og í Arktisku Tingnevndini (SCPAR). Útnorðurráðið hevur tætt samstarv við Norðurlandaráðið og limirnir í Útnorðurráðnum luttaka eisini í Northern Dimension. Somuleiðis tekur Útnorðurráðið virknan lut í Arctic Circle-fundum.
Harumframt hevur Útnorðurráðið tætt samstarv við tingini og stjórnirnar í teimum trimum útnorðurlondunum, við Norrønt Atlantssamstarv (NORA) og við Útnorðurgrunnin.

Annað hvørt ár letur Útnorðurráðið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn ráðsins fyri at stimbra barna- og ungdómsbókmentir í útnorði. Vinnarin av virðislønini fær eina peningaupphædd áljóðandi 60.000 DKK.

Les meira um Útnorðurráðið á vestnordisk.is

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.