Nordjobb er bæði ein virðismikil arbeiðsroynd og ein møguleiki at uppliva eitt av grannalondum okkara. Í tínum Nordjobbsummari kemur tú at uppliva, hvussu tað er at búgva í einum øðrum norðulendskum landi, samstundis sum tú kemur at kenna aðrar Nordjobbarar, og fáa nýggjar vinir frá øllum norðulondum.
Nordjobb arbeiðir fyri at økja um mobilitetin á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum, og økja vitan um mál og mentan í norðulondum. Nordjobb hava síðani 1985 givið umleið 29.000 ungum ímillum 18 og 30 ár møguleikan at uppliva eitt annað norðurlendskt land. Við at taka lut í verkætlanini, stuðla bæði nordjobbarar og arbeiðsgevarar mobilitetinum yvir norðulendsku mørkini.