1.
Norrøna Felagið í Føroyum er landsfelag og hevur til endamáls at styðja og økja um norðurlendskt samarbeiði í felag við norrønu feløgunum í hinum Norðanlondum.
2.
Felagið hevur a) einsærar limir og b) undirfeløg, t.e. samskipaðar limir í bygda(r)felagi, oyggjafelagi o. tíl.
Persónur, ið hevur fylt 14 ár og styðjar felagsins endamál, kann gerast einsærur limur í landsfelagnum. Persónur, sum býr á plássi, har undirfelag er, kann undir somu treytum gerast limur í undirfelag. Persónum er loyvt at vera limur í undirfelag og landsfelagnum í senn.
3.
Limagjald fyri einsærar limir verður ásett á hvørjum ársaðalfundið fyri eitt ár í senn. Undirfeløg áseta sjálv limagjald fyri sínar limir. Nevndin í Norrøna Felagnum í Føroyum ásetur í samráð við undirfeløg, hvussu nógv undirfeløg rindar landsfelagnum í limagjaldið árliga.
4.
Felagið verður stýrt av eini 5-manna stjórn. Stórnin verður vald á aðalfundi. Annahvørt ár ganga 2 limur út, annaðhvørt ár 3 eftir túri.
2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum ársaðalfundi.
Stjórnin skipar seg sjálv. Stjórnin hevur fund minst 4 ferðir um árið, ella so tíðum formaðurin ella 2 stjórnarlimir ynskja tað.
Víðari skal tað áleggjast stjórnini, at halda regluligar limafundir og hava onnur limatiltøk, at gerða mynsturlógir fyri undirfeløg, at syrgja fyri at felagið vinnur fótafesti í oyggjunum, soleiðis, at endamálið kann verða ein rørsla fyri alt fólkið, at arbeiða fyri at fáa til vega eitt sambindingarlið millum liminar, blað, árbók ella annan lesnað, sum ráðini kunnu verða til, at gerða felagiði kent í hinum Norðurlondum og knýta tey samarbeiðsbond, sum endamálinum eru at gagni.
5.
Stjórnini er heimilt at seta stjóra at umsita felagsins dagliga starv.
6.
Felagið hevur høvuðssæti í Tórshavn, og ársaðalfundurin verður hildin har. Fundurin skal lýsast við 14 daga fyrivarni í bløðunum og skal verða hildin í februar ella mars mánaði.
Eykaaðalfundur kann verða hildin við vanligum fyrivarni eftir stjórnarsamtykt, ella tá ið helmingurin av teim atkvøðuføru krevja tað.
7.
Fíggjarárið er almanakkaárið.
8.
Limir, ið hava goldið limagjald, hava atkvøðurætt á aðalfundi.
Undirfeløg velja umboðsfólk til aðalfundin soleiðis:
- Felag við upp til 20 limum 1,
- 21 til 50 limum 2,
- 51 til 120 limum 3,
- 121 til 300 limum 5 umboðsfólk.
Hesi umboðsfólk hava somu rættindi sum einsærir limir á aðalfundi.
Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ein av teimun møttu krevur tað ella fundarstjórin ásetur hetta.
9.
Fundarskrá á aðalfundi skal verða:
- Ársfrásøgn og framtíðarætlan,
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi,
- Val av stjórn og 2 tiltakslimun,
- Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara,
- Ásetan av limagjaldið,
- Ymist.
Mál, ið koma undir 6) skulu vera stjórnini í hendi skrivliga 8 dagar undan aðalfundi.
Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Tó skulu mál um lógarbroyting bert vera gyldug, um ¾ av teimum á fundunum møttu atkvøða fyri hesum.
Avtøka av felagnum kann ikki samtykkjast uttan at helmingurin av øllum atkvøðuførum samtykkir í hesum á fundi.
10.
Um so er, at felagið verður slitið, skal ogn tess gevast Føroya Landsstýri upp í hendur til varðveitslu, og verður hon latin til annað felag í Føroyum, sum mátti verið stovnað við sama endamáli, og um Landsstýri góðkennir tað sum slíkt.
11.
Henda lóg er samtykt á stovnandi aðalfundi 18. november 1951 og broytt á ársaðalfundi 27. apríl 1957 og 4. mars 1987.