Um Norrøna Felagið
Økt norðurlendskt samstarv
Norrøn feløg eru í øllum Norðurlondum, og Norrøna Felagið í Føroyum hevur til endamáls at styrkja og økja um norðurlendskt samarbeiði, saman við hinum norrønu feløgunum.
Endamálið hjá teimum øllum norrønu feløgunum er at virka fyri størri norðurlendskum samstarvi um mentan, útbúgving, umhvørvi, miðlar v.m.
Hesum endamálum miðar Norrøna Felagið eftir at røkka við at skipa fyri tiltøkum sum hava norðurlendskan dám, og við at kunna um viðurskifti viðvíkjandi støðu Føroya í norðurlendskum samstarvi.
Dømi um virksemið hjá felagnum eru fyrilestrar, framsýningar, ferðir, ráðstevnur og fundir.
send t-post
reg.nr og konto-nr.