Virksemi
Norrøna Felagið í Føroyum styrkja og økja um norðurlendskt samarbeiði, og stuðlar føroysku umsóknini um fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Vit heva fulla umboðan í hesum verkætlanum:
- Norden i Skolen er ein ókeypis frálæruportalur fyri fólkaskúlan og miðnám. Les meira
- Nordjobb miðla árstíðarbundin størv, bústaðir, mentanar- og frítíðarvirksemi til ungdómar ímillum 18 og 30 ár. Les meira
- Norðurlendska bókmentavikan er ein vika við upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. Les meira
Harafturat eru ætlanir um tættari norðurlendskt samstarv um:
- Norrønadagin 23. mars og aðrar høgtíðardagar, sum vit hava í felag
- Luttøku í ársfundum og ráðstevnum hjá Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum
- Styrkja fólksligu netverkini í Norðurlondum
- Arbeiða fyri einum felags norðurlendskum talgildum samleika
- Norðurlond sum mest integreraða økið í heiminum
Tiltøk
Partur av okkara virksemi er at samskipa tiltøk av ymsum slag – m.a.:
- limafundir,
- fyrilestrar,
- útferðir,
- ráðstevnur v.m.
Les yvirlit tiltøk sum er frammi nú
Nevndin arbeiðir eisini við hesum ætlanum:
| Navn | Nær | Lýsing | Bólkur |
|---|---|---|---|
| Tryggar Føroyar | 2025 | Geopolitisku støðuna í Norðurhøvum og trygdarstøðan í Føroyum. | RÁÐSTEVNA |
| Skotsku oyggjarnar | mai 2025 | Ein ferð til Orkney og (kanska) Shetland í samstarvi við Norrøna felagið í Íslandi. | FERÐING |
| Felagssangur | olavsøkan 2025 | Stutt sangløta við norðurlendskum sangum, sum vit øll kenna. | SANGLØTA |
| Forbundstaten Norden | 2025 | Vit arbeiða við at seta á breddan størri integratión millum Norðurlond, sum limafundir og ráðstevnu, í samstarvi við Fróðskapar Føroya, Norrøna felagið í Íslandi og fleiri. | Ráðstevna |