• Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23
Norðurmótið hevur til endamáls at greiða frá norðurlendska samstarvinum í árinum, sum fór og árinum, íð kemur við serligum atliti til Føroyar.

Norðurmót er árligur fundur, sum Norrøna felagið skipar fyri limum felagsins saman við øllum, sum arbeiða í norðurlendska samstarvinum. Fundurin var hildin 4. januar á Reinsarínum í Havn. Seks innlegg vóru um norðurlendska samstarvið í 2023 og væntanir í 2024.

Ísland hevur formannskapin í norðurlandaráðnum í 2024. Av serligum týdningi fyri Føroyar í 2024 hava islendingar sett á skrá Norðuratlantshavið og Arktis, støðuna hjá Grønlandi, Føroyum og Álandi i norðulendska samstarvinum, samstarvið við Skotland og grannarnar fyri vestan. Tað verður skipað ein ráðstevna um trygd og frið í norðurlandshavi, sum partur av stórfundinum norðurlandaráðið heldur í Føroyum 8. og 9. apríl í Føroyum.

I 2023 var settur niður ein bólkur av parlamentarikarum at endurskoða Helsingforsavtaluna, sum er “grundlógin” norðurlendska samstarvið byggir á. Henda nevnd verður liðug við sítt arbeiði til heystar og leggur úrslitið fram á ársfundinum í norðurlandaráðnum í Reykjavík seinast í oktober. Tað verður arbeitt fyri, serliga frá føroyskari síðu, at formliga støðan hjá Grønlandi, Føroyum og Álandi verður endurskoðað. Fyri Føroya Løgting situr Jóhan Dahl, løgtingsmaður í hesi nevnd.

Á ársfundinum í oktober 2023 var føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum og Norðurlandaráðharraráðnum nógv umrøddur av fleiri politikarum. Unga Norðurlandaráðið og Norrønafelagið høvdu bæði sent út yvirlýsing, sum stuðlaðu Føroyum í umsóknuni um limaskap.

Unga Norðurlandsráðið, har ungmannafeløgini hjá politisku flokkunum savnast, hevði í 2023 á fyrsta sinni ráðstevnu fyri øll limafeløgini og umboðum fyri Ukrainu á Utøyja í Noregi. Stevnan eydnaðist so mikið væl, at tey hava avgjørt at halda líknandi stevnu aftur í 2024. Politiska arbeiði hjá Unda Norðurlandsráðnum er at skifta orð um týdningarmikil samfelagslig evni og so semjast um at senda viðmælir (rekommandatiónir) til Norðurlandsráðið til viðgerðar.

Útnorðurráðið, har Føroyar luttaka saman við Grønlandi og Íslandi, arbeiðir framhaldandi við evninum, sum var frammi á stevnuni, sum var í Føroyum í fjør. Evnið er sjálvbjargni, tá tað snýr seg um mat og eisini ein øðrvísi tilgongd til kendu “matpyramiduna” ella matviðmælini, sum eru komin við “Nordiske lenedsmiddelrekammandatióner”, sum varð almannakunngjørd i 2023. Tann øðvísi tilgongdin hjá Útnorðurráðnum byggir á ta sannføring, at rávørugrundarlagið og matvanar eru heilt øðrvísi í útnorði samanborið við skandinavia.

Á stjórnarstigi fyllir limaskapurin í ráðnum og ráðharraráðnum nógv og hildið verður fram við at halda fast í evninum. Álandsskjalið gevur Føroyum nakrar møguleikar at nærkast einum limaskapslíki, og tí verður arbeitt við at útfylla møguleikarnar í hesum skjali. Á Skránni í 2024 verða limaskapir í “Nordgen”, "Nordregio" og “Nordisk Velfærdscenter” og kanska onkran stovn afturat.

Í 2024 skal nýggj 5 ára virkiætlan gerast fyri arbeiðið í Vision 2030 hjá stjórnarleiðarunum. Her ræður um hjá øllum, sum eru við í embætisbólkum at gera galdandi, tað, sum hevur áhuga og relevans fyri Føroyar og norðuratlantshavið.

Norðurmót verður aftur fyrst í januar 2025

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.