Í góðum veðri og í góðum hýri gjøgnumførdu vit í Norrøna felagnum fyrsta stigið í okkara ætlan um at vitja allar viðarlundirnar í Føroyum.
Ferðaleiðarin Tróndur Leivsson hevði tikið avgerð um at vitja í Sundalagnum. Túrurin gekk til viðarlundina í Hvalvík og sóu vit yvir á upprunaliga Pálmapílin fram við áabakkanum.
Hærnæst vitjaðu vit tað nýggju viðarlundina, sum Edmund Joensen hevur tikið stig til. Hann greiddi okkum frá um ætlanina. Harfrá fóru vit á vitja í viðarlundini í Selatræð.
Áhugavert at hoyra Trónd greiða frá um tað serstaka við tí einstøku viðarlundini.
Vit fingu trý flugubein í listan og nú resta bara 22 viðarlundir at vitja, til vit hava nátt málinum.