Tað var á heysti í 1951 at skaldið Heðin Brú tók stig til at stovna Norrøna felagið. Í hinum norðurlondum vóru norrøn feløg stovanði langt frammanundan og tí var Heðin Brú væl stuðlaður av hinum feløgunum at taka hetta stig.
Endamálið við Norrøna Felagnum var og er tað framvegis at arbeiða fyri at styrkja norðurlendskt samstarv og samanhaldið millum norðbúgvar. Stovnanin gekk fyri seg á Sjóleikarhúsinum í Havn. Sjávur gjørdist hann formaður og var tað í fleiri ár.
Hátíðarhald
Felagið fer at hátíðarhalda 75 ára dagin fyri stovnani í vikuskiftinum 9. og 10. oktober við einari sera áhugaverdari skrá.
Her kunnu vit nevna fylgjandi:
FRÍGGJADAGUR, tann 9. oktober kl 19:30 til 21:30, Aulan í Finsen, Tórshavn
Tiltakið “Áland, sum tað er”
Tveir kendir álendingar við hollari vitan um Áland og fólki har býr greiða frá um Áland og álendingar. Um politisk, fíggjarlig og samfelagslig viðurskifti, um hvussu vanligi álendingurin hevur tað og hvat álendingurin hugsar um sína framtíð. Álendingarnir eru: Bjarne Lindström fyrrv. stjóri Hagstovuna í Álandi og granskari, og Jan-Erik Berglund, blaðmaður og sjónleikari.
Tiltakið fríggjadagin er okeypis og alment.
LEYGARDAGUR, tann 10. oktober kl 14:00 – 18:00, Sjónleikarhúsið, Tórshavn
«Hátíðarløta»
-
- Bókmentavirðislønarvinnarar: Rói Patursson og Vónbjørt Vang lesa egnar yrkingar
- Tórshavnar Mannskór syngur otta norðurlendskar sangir
- Martin Næs, greðir frá um stovnina av felagnum og stovnaran Heðin Brú.
- Rithøvundaprát. Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum prátar við íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn.
Tiltakið leygardagin er okeypis og alment, men tað er neyðugt við tilmelding á