Aðalfundur 2026
Møtt: 26 limir møttir á aðalfundinum, sum hesaferð varð hildin á Hotel Hafnia.
Skrivari: Rakul í Gerðinum
Fundarstjóri: Martin Næs
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum, beyð vælkomin og skotið varð upp at velja Martin Næs til orðstýrara og Rakul í Gerðinum til skrivara. Uppskotið varð samtykt.
Martin takkaði fyri álitið og staðfesti, at at fundurin er lógliga lýstur og einki mál er innkomið.
Ársfrágreiðing / formansfrágreiðing fyri 2025-2026
Formaðurin, Torbjörn Nyström, kunnaði munnliga um gongdina í felagnum seinast árið við støði í formligu ársfrágreiðing felagsins. Formaðurin var sannførdur um, at felagið er styrkt seinastu árini við tað, at vit hava haft fleiri tiltøk enn áður. Limatalið økist og við ársenda í fjør vóru 69 limir, sum høvdu goldið limagjald, umframt ein rúgva av persónum, sum vit kalla kontaktpersónar. Formaðurin greiddi eisini frá arbeiðnum í FNF og serliga tók hann fram sjónarmið úr greinini, hann hevur skrivað saman við formonnunum í Norrønu feløgunum í Íslandi, Danmark, Svøríki og Álandi.
Ársfrágreiðingin / formansfrágreiðingin varð samtykt uttan viðmerkingar.
Grannskoðaður ársroknaskapur
Ásmundur Guðjónsson, skrivari, legði fram grannskoðaða ársroknskapin fyri 2025. Hann gjørdi vart við at fíggjarliga er felagið styrkt við at hava fingið játtað slakar DKK 200.000 frá Kulturkontakt Nord’s demosprogramminum (KKN), árliga í trý ár. Hann gjøgnumgekk teir einstøku postarnar, serliga á útreiðslusíðuni. Fleiri av hesum liggja væl undir tí upphæddini, sum mett var, tá søkt var um stuðulin fra KKN. Men hóast hetta, so hevði felagið eitt undirskot uppá einar kr. 60.000. Hetta komst serliga av, at tiltakið “Landið, sum tað er” kostaði nógv. Felagið hevði við ársenda ein eginkapital uppá kr. 628.973.
Roknskapurin varð góðkendur uttan viðmerkingar.
Virkisætlan
Skrivarin legði fram virkisætlan felagsins fyri 2026. Hann greiddi frá, at hon í tí stóra og heila er lík henni frá í fjør, við einum undantaki, og tað er, at stýrið ætlar at hátíðarhalda 75 ára stovningardag felagsins.
Kjak í salinum
- Uppskot frá orðstýrara um, at fundarfólkið er vælkomið at hugsa um uppskot til nýtt tiltak í røðini “Landið sum tað er”; hvat land skal vera næst, er verðandi leistur hóskandi o.s.fr.
- Uppskot úr salinum viðvíkjandi at fáa ung fólk við í felagið: skriva til bløðini um tiltøk, sum ung kunnu søkja um at fara til, og lýsa við tí (sum t.d. legan í Hillerød). Mett verður, at Norrøna felagið í slíkum føri kann gera leiðbeing um tilmelding og líknandi.
- Meira um at koma út: til samanberingar hava skótarnir nógv samstarv við hini londini. Til ber at planta nøkur fræ úr í skótarørsluni um hetta eisini.
- Hvat land skal vera næst í “Landið sum tað er”: Grønland, Finnland, Áland (tey bæði seinnu, tí tey vita vit minst um, og tað fyrsta, tí tað er so aktuelt í løtuni).
- Fundarfólk sinnað at hjálpa til við at planleggja uttanlandsferð, sum ynski fleiri ferðir hevur verið frammi um.
- Í smb. við 75 ára dagin: uppskot um at seta spurning við okkara tilverugrundarlag, tí vit eru so fáir limir og miðalaldurin so høgur (tað sama ger seg galdandi í hinum Norrønu feløgunum).
- Formaðurin kunnar um møguleikan um fasta flyting av limagjaldi.
- Spurningur um longri tilmeldingarfreist til tiltøk. Hetta verður noterað og stýrið lovar at taka tað til sín.
- Uppskot úr salinum um at samstarva við Háskúlan í smb. við rekruttering av ungum. Avgjørt varð, at stýrið biðjur um fund við Háskúlan um hetta og líknandi samstørv.
- Uppskot um at nevna Norðpluss og kunna um tað á okkara heimasíðu. Tað snýr seg um tílíkt so sum møguleika at koma á háskúla í hinum norðurlondunum. Vit taka tað umm við Vegleiðingarstovuna, sum nú hevur skipanina um hendi.
- Í hesum smb. verður eftirskúlin í Suðuroy eisini nevndur.
- Norðjobb skulu vit eisini kunna meira um millum tey ungu (upp til 30 ár).
Skrivarin legði eisini fram fíggjarætlan fyri 2026. Hátíðarhaldið fer at kosta nakað av peningi og eisini væntast, at vit brúka nakað væl meira av peningi at dagføra okkara heimasíðu. Fíggjarætlanin væntast at hava eitt undirskot uppá góðar kr. 200.000
Val av stýris- og tiltakslimum
Ásmundur Guðjónsson og Torbjörn Nyström stóðu fyri vali, men vóru sinnaðir at halda fram eitt skeið aftrat og vóru afturvaldir.
Kunnað varð um, at pláss er fyri einum fimta nevndarlimi, orsakað av fyribils forfalli hjá einum av verðandi stýrislimunum. Eingin av møttu limunum bjóðaði seg fram, men aðalfundurin gav nevndini heimild til at rekruttera 5. limin eftir aðalfundin.
Eyðrith Leyni Guttesen, Katarina Petersen og Brynhild Næs Petersen halda fram sum tiltakslimir.
Stýrið skipar seg sjálvt við forfólki á næsta stýrisfundi.
Val av grannskoðara
Undirtøka var fyri, at Menta heldur fram.
Limagjald
Limagjaldið er óbroytt: 200,- um árið fyri einstaklingar og feløg.
Fundur lokin kl. 14:34
Hesi skjøl, framløgd á aðalfundinum, eru til skjals á heimasíðu felagsins:
- Grannskoðaður roknskapur 2025 (4 skjøl)
- Ársfrágreiðing fyri 2025
- Virkisætlan fyri Norrøna Felagið 2026 - 2027
- Figgjarætlan 2026