Dagstúrur við Westward Ho, tann 19. juli
Sum altíð, so eru tað veður og vindur, ið gera av, hvagar leiðin gongur, tá farið verður ein túr við sluppini. Vit høvdu hugsað okkum ein túr runt um Sandoynna, men við liggjandi eysturætt, lýðku og mjørka í støðum vóru bestu ráðini at fara vesturum í staðin. Vit sigldu úr mjørkanum inn í sólskinið, norðureftir vestanfyri Streymoynna og norður undir Vestmannabjørgini, heilt til Saksunar.
Hendan túrin við Westward Ho vóru 23 limir og gestir hjá Norrøna felagnum. Fryntliga manningin á sluppini taldi 5 mans. Komin vesturum løgdu vit stilt við Koltur at fáa okkum ein góðan bita við mergjaðum viðskera og onkrum góðum afturvið.
Undir Vestmannabjørgunum nutu vit fantastiska útsýnið í sólini og góðveðrinum, og komin norður til Saksunar sungu vit nakrar góðar fosturlandssangir. So vendu vit suðurá og komu inn á Havnina um nátturðatíð.
Ein fantastiskur túrur var at enda komin. Norrøna felagið hevur longu bílagt Westward Ho til næsta dagstúrin, sum verður leygardagin 18. juli 2026.