OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Stundin er nú komin til at rinda limagjaldið til Norrøna Felagið.

Enn sum áður er limagjaldið einans kr. 120,- fyri árið. Tit, ið ikki hava goldið, vera biðin um vinarliga at flyta upphæddina á konto hjá felagnum í BankNordik: 6460-0001532245

Aðalfundinum 29. mars

Tað var afturval til álitisstørvini í felagnum á aðalfundinum 29. mars.
Aðalfundurin varð hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Turid Christophersen og Brynhild Næs Petersen stóðu fyri vali, og tær vórðu báðar afturvaldar uttan mótvalevni. Á nevndarfundi hevur nevndin skipað seg á sama hátt sum undan aðalfundinum, t.v.s at Turid Christophersen heldur fram sum forkvinna og Eyrith Guttesen Leyni sum næstforkvinna.

Tiltakslimir eru - framhaldandi - Rannvá Biskopstøð og Carita Bjørklund. Tað var eisini afturval til innanhýsis grannskoðararnar. Tórleivur Hoydal er grannskoðari, og Jens Marius Poulsen tiltaksgrannskoðari.

Eisini var limagjaldið "afturvalt". Limagjaldið er framvegis einans 120 krónur árliga. Limagjaldið kann gjaldast á kontu felagsins í Bank Nordik: 6460 0001532245

Á aðalfundinum var eisini kunnað um, at felagið arbeiðir við at skipa fyri eini útferð til Gásadals og Bíggjar í summar.
Tit frætta nærri, tá vit vita meira nágreiniliga um túrin.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.