OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-11
  • End Date: 2024-11-11

Útferðin hjá Norrøna Felagnum í ár verður leygardagin 18. juni 2016, og ferðamálið hesaferð verður ein túrur vestur til Gásadals, Bíggjar og Sørvágs.

Endamálið við túrinum verður – umframt at hugna okkum, vónandi í góðum veðri – at kunna okkum um søguslóðir í Vágum.

Vit møtast á Farstøðini í Havn klokkan 10.00 har bussur stendur klárur at koyra okkum vestureftir. Farið verður til Gásadals har søgufróður ferðaleiðari tekur ímóti okkum. Í Gásadali fer hann at greiða frá um søgu og hendingar har. Vit hava serliga biðið hann um at geva okkum nærri kunning um gásadalsdrongin Frants. Fyri nøkrum árum síðani høvdu sviar ætlanirum at gera hesa søguna til film – væntandi frætta vit eisini um hvar tann filmsætlanin endaði.

Síðan verður farið til Bíggjar, har vit vitja kirkjuna og ganga okkum ein túr í hugnaligu bygdini meðan vit hoyra søgur haðani. Tá klokkan nærkast trý leita vit okkum til Sørvágs, har borðreitt verður við einum góðum døgurða á Kafé Fjørðoy. Matarlepin sigur svínakambur við sós, eplum, reyðkáli og øðrum og kaffi og smákøkur omaná.

Vit vænta, at bussurin verður í Havn aftur (Farstøðin) í seinasta lagi klokkan 18.

Kostnaðurin fyri útferðina er kr. 300,-.
Fólk, ið ikki eru limir í Norrøna Felagnum kunnu koma við fyri kr. 400,-.
Við tað at tað ikki verður farið til borðs fyrr enn út á seinnapartin, er kanska eitt gott hugskotat taka ein lítlan matpakka við.

Tilmelding fer fram við at flyta kr. 300,- (kr. 400,- fyri ikki-limir) inn á kontuna hjá Norrøna Felagnum í Bank Nordik: 6460-153.224.5 í seinasta lagið mánadagin 13. juni.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.