Formansfrágreiðing til aðalfundin hjá Norrøna Felagnum, 29. mars 2016.
Vælkomin á aðalfund í Norrøna Felagnum
Av tí at Norrøna Felagið er eitt felag, ið arbeiðir fyri at økja um vitanina um Norðurlond, men eisini at eggja fólki til at samstarva norðurlendskt, avgjørdi nevndin í felagnum at geva einum føroyingi eina viðurkenning – eitt herðaklapp – á norðurlandadegnum 23. mars.
Herðaklappið varð givið á fyrsta sinni í fjør, tá Ragnar A.Jacobsen, útvarpsvertur, fekk eitt herðaklapp fyri sítt ótroyttiliga arbeiði við at kunna okkum lurtarar um hvat fyriferst á norðurlendska tónleikapallinumí sendingini Norðurljóð.
Í ár varð herðaklappið givið kokkinum Leif Sørensen, ið var undangongumaður at festa manifestið um nýggja norðurlendska køkin á blað. Hesir tankar hava á sera væleydnaðan hátt verið við til at geva norðurlendskari matvøruvinnu ein heilt nýggjan dám, og eisini at lata eyguni upp fyri øllum tí góða, sum vithava at bjóða uppá, eisini í Føroyum.
Undangonguarbeiðið, sum Leif Sørensen hevur staðið fyri, vísir seg í dag at hava fingið ómetaligan týdning, eitt nú innan okkara ferðafólkavinnu, tí tað er ikki ókent, at ferðafólk nú leita sær til Føroya við eittans endamáli – at royna at smakka uppruna føroyskan mat.
Vit hildu, at Leif hevði uppiborið herðaklappið, og tíbetur vóru tað eisini nógv onnur, ið góvu til kennar, at tey vóru samd og róstu Norrøna Felagnum fyri at hava givið Leif henda heiður.
Ikki tí, at heiðurin er so stórur. Norrøna Felagið letur eitt blómutyssi, og so hava vit verið so heppin at fáa Atlantsflog at stuðla tiltakinum við at lata ein ferðaseðil fyri tvey á Norður-rutuni til tann, sum fær herðaklappið. Hetta eru vit sjálvandi føroyska tjóðarflogfelagnum sera takksom fyri.
Vit ætla, at herðaklappið skal latast á hvørjum ári hin 23. mars – og tit limir eru hjartaliga vælkomin at senda okkum uppskot tilmøguligar móttakarar.
Størsta tiltakið annars í undanfarna árinum var vitjanin av italska søgugranskaranum Felice Vinci, sum kom higar í apríl mánaði í fjør fyri at fortelja um sínar hugsjónir viðvíkjandi grikskari fornsøgu, søgnina um Odysseus og tær upplivingar, sum honum vóru fyri sambært Homer. Tað sermerkta við arbeiðinum hjá Felice Vinci er, at hann heldur uppá, at hendingarnar fóru fram undir norrønum himmalhválvi, og ikki – sum fyrr hildið – við Miðjararhavið.
Felice Vinci vísir á, at hendingarnar helst eru farnar fram í Føroyum, og tað var eitt stórt upplivilsi fyri hann at koma út til Nólsoyar fyri á tann hátt at ganga í somu fótasporum, sum Odysseus gjørdi í síni tíð, um – altso – hansara ástøði eru røtt.
Tað var Jens Marius Poulsen, sum vísti felagnum á henda áhugaverda italiumannin, og hann tók sær eisini vinarliga av gestunum, tá tey vitjaðu okkum í fjør. Hesum eru vit Jens Mariusi takksom fyri.
Í fjør vóru vit á fyrsta sinni við í tiltakinum Rithøvundavitjanin, har møguleiki er at fáa vitjan av einum rithøvundi úr grannalandi, sum vitjar skúlar og fortelur um sítt arbeiði fyri á tann hátt at læra skúlanæmingar um grannamál.
Norski rithøvundurin Aina Basso var gestur hjá okkum ífjør vár, og hon vitjaði skúlaflokkar í Fuglafirði, Runavík og á Oyrarbakka. Ein sera væl eydnað vitjan, ið gav føroyskum næmingum høvi at uppliva vestnorska málið í eygnahædd. Vit skylda Marjuni Patursson eina stóra tøkk fyri at hava skipað so fyrimyndarliga fyri hesum tiltaki vegna Norrøna Felagið.
Tað er eisini Marjun Patursson, sum skipar fyri føroyska partinum av bókasavnsvikuni í november mánaði, tá bókasøvn og skúlar í øllum norðurlondum og baltalondum lesa burtur úr útvaldum norrønum tekstum. Seinast var evnið “Vinarløg í Norðurlondum”, og tað var ein serlig gleði fyri okkum, at ein føroysk ungdómsskaldsøga var vald út at lesa burturúr, nevniliga “Skriva í Sandin” eftir Marjun Kjelnæs.
Í sambandi við málarbeiðið, sum gongur fyri seg í Norðurlondum, skipaði felagið í farna ári fyri einum fundi fyri fólki í Føroyum, sum arbeiða við norðurlendskari málundirvísing. Tað er Meginfelag Norrønu Felaga, FNF, sum samskipar málkampanjuna fyri Ráðharraráðið, og tað er ein frægd fyri okkum sum felag, at kunna geva okkara klípi til hetta arbeiði við at seta føroyskar serfrøðingar saman, sum arbeiða við hesum týdningarmikla evni. Okkara vón er so, at royndin ber á vøkstur, so at arbeiðið við at menna grannamálsfrálæruna kann gerast betri og meira viðkomandi.
Saman við okkara systurfelagsskapi í Íslandi var felagið í heyst við til at skipa fyri eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um ung og fólkaræði. Talan var um eina ráðstevnu, ið varð hildin í framleinging av íslendska formansskapinum, og av tí at ráðstevnan eydnaðist so mikið væl í Íslandi, var avgerð tikin um at endurtaka hana í Føroyum.
Tíverri var ongin útferð hildin í fjør. Sum lovað á seinasta aðalfundi arbeiddu vit víðari við at skipa fyri eini ferð til Suðuroyar. Mentað vísti seg, at ein slík fer fór at verða ov kostnaðarmikil, og í seinastuløtu varð avgerð tikin um at sleppa ætlanini. Tá var so mikið liðið út á árið, at vit ikki høvdu stundir at skipa fyri øðrum ferðamáli.
Í ár arbeiða vit við at fara ein túr í Vágarnar – til Bíggjar – har ríkir møguleika skuldu verið fyri hugna og spennandi søgum at hoyra. Tit frætta nærri um hesar ætlanir, tá vit hava meiri at fortelja.
FNF avgjørdi seinasta ár at byrja aftur við ‘forbundsmøtum’ annað hvørt ár. Við tí endamáið at geva fleiri av nevndarlimunum í Norrønafelagnum ein forum til kjak og á tann hátt eisini, at hava størri ávirkan á FNF. Fyrsti avhesum sambandsfundum varð hildin á Schæffergården í Gentofte fjør heyst. Turid Christophersen, Eyðun Húsgarð og Brynhild Næs Petersen umframt skrivaran, umboðaðu Norrøna Felagið í Føroyum.
Vit hava eitt virki ungmannafelag, sum seinast árið millum annað hevur skipað fyri tiltøkunum, á flaggdegnum og tjóðardøgunum hjá norðurlondum, og ynskja vit teimum til lukku við nýggju nevndini, ið just er skipað eftir aðalfund seinast í februar.
Seinasta ár fóru vit undir at skipa eina ferð til Orknoyar saman við kvøldskúlanum í Fuglafirði, og eru vit sera fegin um at ferðin var fullteknað næstan beinanvegin. Ferðin verður í september í ár. Við ferðaleiðara verður fari runt í Skotlandi og Orknoyum. Tað er Brynhild Næs Petersen sumhevur staðið á odda fyri fyrireikinginum og eigur hon stóra takk fyri, alla arbeiðsorkuna hon hevur lagt í arbeiðið, bæði at samskipa og skipa kunningartiltak.
Norðurlendski undirvísingarportalurin nordeniskolen.org, ið er eitt ókeypis læri amboð til fólkaskúlan, við tilfari um millum annað mál, mentan, veðurlag og nátúru verður í komandi ári tøkur á føroyskum. Vit hava seinastu árini sóknast eftir, at fáa portalin á føroyskum, og fegnast vit tí nú um at tað verður veruleiki komandi ár.
Kjakievnini komandi ár verða merk av tilflyting til Norðurlond og einari tilspískan av kjakinum um okkara virðisgrundarlag. Virðisgrundarlagið fyri norðlendska samfelagskipanina, álit, frælsi undir abyrgd, opinleiki, inkludering, tolsemi, líkastilling og demokrati kemur uttan iva at fylla nógv og koma vit í Norrøna Felagnum eisini at luttaka í hesum kjakinum. Saman við kjakinum um okkara virðisgrundarlag í Norðurlondum kemur ein sterkur norðurlendskur felagskapur eisini at standa ovast á dagskrá.
Tiltøk í 2015
- 5. februar:
Ingi Samuelsen luttók á stjórafundi í Keypmannahavn. Og á ráðstevnuni “Norden-EU, Nordiske løsninger? Europæiske løsninger? Fælles løsninger?” á Christiansborg. - 15. til 18. mars:
Vitjan av norska rithøvundanum Aina Basso.Hon vitjaði skúlarnar (framhaldsdeildir) í Runavík, Oyrarbakka og Fuglafirði. - 23. mars:
Norðurlendska herðaklappið varð handað Ragnar A. Jacobsen fyri útvarpssendingar hansara, Norðurljóð - 30. mars:
Aðalfundur í Norðurlandahúsinum - 14. apríl:
Ingi Samuelsen, skrivari á stjórafundi í Keypmannahavn. Og á málráðstevnuni “Har språk – mangler stemme” á Norðuratlantsbryggjuni. - 12. til 19. apríl:
Vitjan av italska rithøvundanum Felice Vinci og danska týðaranum Finn Gemynte Madsen við frúum. - 17. apríl:
Væleydnaður fyrilestur við Felice Vinci og Finn G. Madsen í Skúlanum á Argjahamri. Umleið 25 áhoyrarar. - 29. apríl:
FNF-formansfundur í Keypmannahavn, har millum annað setan av nýggjum FNF-skrivara var á skrá. Turid Christophersen hevði ikki møguleika at møta, so skrivarin umboðaði okkum einsamallur, men Turid hevði samband umvegis Skype. - 12. juni:
Norrøna Felagið saman við Norrøna Ungmannafelag Føroya hevur opið hús á Lútzentrøð í sambandi við Mentanarnáttina. - 19. august:
Ingi Samuelsen, skrivari, á stjórafundi íKeypmannahavn. - 12. og 13. september:
Fyrsti Sambandsfundurin (Forbundsmøde) hildin á Schæffergården í Gentofte. Turid Christophersen, Eyðun Húsgarð og Brynhild Næs Petersen umframt skrivaran, umboðaðu Norrøna Felagið í Føroyum. - 16. september:
Norrøna Felagið skipar, saman við Jesper Schou-Knudsen og Thomas Henriksen frá Norðurlendsku Málsamskipanini (hjá FNF), fyri kunningar- og netverksfundi í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Væleydnaður fundur við luttøku av fólkum frá Mentamálaráðnum, málnevndini, Fróðskaparsetrinum, Sprotanum og Bókadeild Føroya Lærarafelags. - 1. oktober:
Norrøna Felagið skipar, saman við systurfelagnum í Íslandi, fyri ráðstevnu um ung og fólkaræði. Ragnheiður Þórinsdóttir, Ásdis Hannesdóttir og Kristín Manúelsdóttir úr Íslandi vitjaðu í hesum sambandi. Ráðstevnan varð sett av nýggju landsstýriskvinnuni við mentamálum, Rigmor Dam. - 14. oktober:
Skrivarafundur í Keypmannahavn. Fyrireiking av formansfundinum. - 26. oktober:
FNF-formansfundur hildin í Hørpu í Reykjavík. - 28. oktober:
Norrøna Felagið er við til at skipa fyri móttøku í føroysku sendistovuni í Reykjavík í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum.