• Start Date: 2024-10-21
  • End Date: 2024-10-21

Tann 6. desembur flagga býbussarnir í Havn við finskum fløggum, tí 6. desembur er finskur tjóðardagur. Finnland gjørdist sjálvstøðugt tjóð tann 6. desembur 1917. Sostatt eru meira enn 100 ár liðin, síðani Finnland fekk fullveldi við at loysa frá Russlandi. Nógvir finnlendingar minnast dagin við at tendra livandi ljós í vindeygunum. Handlar og bankar eru stongdir, og dagurin er almennur frídagur.

Við í sáttmálanum um busskoyringina í Havn, sum settur varð í gildi 2011, er ein áseting um, at bussarnir skulu flagga við norðurlendskum fløggum á teimum norðurlendsku tjóðardøgunum. Teir flestu norðurlendsku tjóðardagarnir eru um summarið, men Finnland hevur tjóðardag í desember.

Avgerðin um at flagga hesar dagar er fyri at styrkja um tann norðurlendska samleikan. Norðurlond hava eina felags søgu, ein felags mentanarligan arv, ein málsligan felagsskap og millum annað tí er týdningarmikið at varðveita og at styrkja henda samleika.

Nú bussarnir fara at minna okkum á teir norðurlendsku tjóðardagarnar, er ynskiligt at hetta fer at viðvirka til, at skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.o. fara at gera nakað burturúr og at skipað verður fyri m.a. norðurlendskum temadøgum.

 

 

Kalendari tiltøk

30novembur
2024

Norðurlendskur jólahugni í Reinsarínum 2024

30 novembur 2024 - 11:00 - Reinsaríið, Tórshavn - Norrøna Felagið

06desembur
2024

Tjóðardagur Finnlands

06 desembur 2024 - 00:00 - Finnland - Norrøna Felagið

06januar
2025

Norðurmót 2025

06 januar 2025 - 16:00 - Reinsaríið, Tórshavn - Norrøna Felagið

Farin tiltøk

Les farnar tiltøk her

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.