Kom og hoyr tveir granskarar greiða frá teirra sjónarmiðum um Norðurlond í dag, og hvat framtíðin kann hava við sær.

Søgur um Norðurlond og hugsjónin um heimsins mest sameinta øki

Eru vit á veg móti størri norðurlendskari sameining ella eru vit í veruleikanum við at flyta okkum longur burtur frá visjónini um heimsins mest burðardygga og sameinta øki í 2030?
Hvussu samsvarar søgan vit kenna um Norðurlond við framtíðar geopolitiska veruleikan, har Arktis er vorðið ein sterkur økismiðdepil?

Kom og hoyr tveir granskarar – Johan Strang, professari úr Finnlandi og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur – greiða frá teirra sjónarmiðum um Norðurlond í dag, og hvat framtíðin kann hava við sær.

Eitt panel við millum annað Bjarna K. Petersen, samstarvsráðharra og Onnu Falkenberg, fólkatingslimi, fara at kjakast um avbjóðingar og møguleikar í norðurlendska samstarvinum í eini tíð, har heimurin, sum vit kendu hann, broytist við risaferð.
Orðstýrari er John Johannesen.

Nær
Leygardagin 22. mars kl. 15.00-17.00
Hvar
Perlan, Tórsgøta, Tórshavn
Hvør
Tiltakið er alment og ókeypis
Tilmelding
Ikki er neyðugt við tilmelding

Tiltakið er fyriskipað av :

 

Norðurlandadagur

Norðurlandadagur er 23. mars 2025. Tað merkir, at tað nú eru 63 ár síðani Helsingforssáttmálin varð undirskrivað. Helsingforssáttmálin verður eisini kallað grundlógin fyri norðurlendska samstarvið.

Sunnudagin 23. mars er sambært kunngerð almennur flaggdagur. Dagurin verður kallaður Norðurlandadagur eftir sum Helsingfors-sáttmálin, ið er grundarlagið fyri norðurlendska samstarvinum, varð undirskrivaður henda dagin í 1962.

Norrøna Felagið fer í hesum sambandi vinarliga at heita á stovnar, kommunur og virkir um henda dagin at flagga við øllum teimum norðurlendsku fløggunum um tað kann lata seg gera.

 

 

Kalendari tiltøk

22 mars
2025

Norðurlandadagur 2025

22 mars 2025 - 15:00 - Perlan, Tórsgøta, Tórshavn - Almennur

26 mars
2025

FNF Generalforsamling 1/2025

26 mars 2025 - 12:07 - Microsoft Teams - Nevndin

Farin tiltøk

Les farnar tiltøk her

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.