Stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 13. september. Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.
Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda okkum um Ísland og íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.
Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.
Tiltakið er alment og meldað verður til sum tilskilað niðanfyri:
1. LIMIR
Hevur tú goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 100 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttararan at skriva "Ísland" og navnið á tí, sum er meldaður til.
2. IKKI LIMIR
Ert tú ikki limur ella hevur ikki goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 220 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttararan at skriva "Ísland" og navnið á tí, sum er meldaður til.