OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Viðarlundatúrurin í heyst verður 6. september 2025. Mynd: Torbjörn Nyström

 

"Viðarlundir" er ein verkætlan fyri limir og gestir, har vit saman við ferðaleiðara vitja viðarlundir í Føroyum. Hesin túrurin er nummar fýra í rekkjuni.

Viðarlundatúrurin hesa ferð er ein dagsútferð við bussi leygardagin 6. september 2025. Hvagar vit fara veldst um ættina. Um tað ikki viðrar, verður útferðin skotin út.

Vit møtast við Farstøðina kl 9:00 og verða aftur í Havn umleið kl 16:00

Norrøna Felagið bjóðar okkurt til matna og drekka á túrinum. 

Ferðaleiðari: Tróndur G. Leivsson.

Kostnaðurin er kr. 100 fyri limir og kr. 220 fyri gestir.

Tilmelda soleiðis:

  1. LIMIR
    Hevur tú goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 100 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttakaran at skriva "Viðarlundir" og navnið á tí, sum er meldaður til.
  2. GESTIR
    Ert tú gestur skalt tú gjalda kr. 220 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttakaran at skriva "Viðarlundir" og navnið á tí, sum er meldaður til.

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.