Stýrið fyri Norrøna Felagið í Føroyum kallar limirnar til aðalfundar leygardagin 14. februar 2026 kl. 12.00, á Hotel Hafnia, Áarvegur, í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Bert limir, ið møta upp og hava goldið limagjald 2026, hava atkvøðurætt.
Á heimasíðuni finnur tú Ársfrágreiðing 2025, Uppskot til virkisætlan 26-27, og Grannskoðaður roknskapur við fylgiskjølum. Limir kunnu lesa tað her
Rita inn fyrst.
Uppskot frá limum
Uppskot frá limum til mál at leggja fyri aðalfundin skulu verða stýrinum í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi fríggjadagin 6. februar 2026.
Heitt verður á allar limir okkara um at møta fjølment leygardagin 14. februar 2026 kl. 12. Byrjað verður við eini máltíð og sjálvur fundurin byrjar kl 13:00.
Les meira
- Ársfrágreiðing 2025
- Uppskot til Virkisætlan fyri Norrøna Felagið 2026 - 2027
- Roknskapur ársfrásøgn 2025
Minnist til at rita inn fyrst.