OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Norðurmótið er ein almen kunning um norðurlendskt samstarv, sum Norrøna felagið skipar fyri. Øll, sum eru virkin í norðurlendskum samstarvi og limir í Norrøna felagnum, eru boðin við á fundin.

  

Boðið verður aftur til NORÐURMÓT í Reinsarínum í Havn, hósdagin 8. januar 2026 kl. 16:00.

Øll, sum eru áhugað ella virkin í norðurlendskum samstarvi og limir í Norrøna felagnum, eru boðin við á fundin. Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.

Á hesum fjórða sinni, sum Norrøna felagið skipar fyri Norðurmótinum, spyrja vit millum annað:

  •  Hvørja niðurstøðu er finski juraprofessarin, Elina Pirjatanniemi, komin til viðvíkjandi føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum?
  •  Hvat vilja Føroyar við formannskapinum í Norðulendska ráðharraráðnum í 2026?
  •  Hvat vilja Føroyar við sessinum í Norðurlandaráðsins præsidium?
  •  Hvussu gongur við markaforðingum millum norðurlond?

Alt hetta og mangt annað áhugavert verður at hoyra um í Norðurmótinum hósdagin 8. januar kl. 16:00 í Reinsarínum í Havn.

   

   

   

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.