Fyrilesturin um víkingatíð við Steffen Stummann Hansen, sum varð hildin týskvøldið 14. januar 2014 gjørdist sera væl vitjaður.
Tað vóru ikki nóg mikið av stólum í Skálanum í Athøll Norðurlandahúsins, so fleiri stólar máttu berast inn. Húsavørðurin í Norðurlandahúsinum metir, at nakað yvir 200 fólk mundu vera til staðar til fyrilesturin.
Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingur helt ein áhugaverdan fyrilestur um Føroyar í víkingatíð - ein fyrilestur, hvørs niðurstøða nokk var tann, at uttanlands ávirkanin á Føroyar í árunum eftir landnámið í størri mun er komin úr Skotlandi og Írlandi enn úr Noregi. Ábendingar um hetta eru gripir, funnir í útgrevstrum, ið eru meira meinlíkir teimum, ið verða funnir í bretsku oyggjunum. Eisini eru mong forn orð í føroyskum, sum hava sín uppruna úr keltiskum.
Ein onnur ábending, sum fornfrøðingurin vísti á, er, at møguliga hava Føroyar verið kristnar langt áðrenn Sigmundur, sambært Føroya Søgu, av Noregs kongi varð sendur vestur í hav at kristna Føroyar.