OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

60 limir úr Norrønu Feløgunum í Reykjavík, Oslo, Keypmannahavn og Helsingfors vóru í vikuskiftinum í Føroyum, her árliga stevnan fyri høvuðsstaðarfeløgini varð hildin.

Norrøna Felagið í Føroyum var við til at skipa fyri stevnuni saman við Norræna Félagnum í Reykjavík. Eftir ætlan skuldi høvuðsstaðarstevnan í ár vera hildin í Reykjavík í ár, men úr Reykjavík kom hugskotið um at royna at halda stevnuna í Tórshavn.

Óvist av hvørjari orsøk, so hava føroyingar, álendingar og grønlendingar ikki verið við í hesum samstarvinum, men nú áhugi var frá føroyskari síðu at skipa fyri, so tóku hini londini undir við at halda stevnuna í Føroyum, sjálvandi eisini tí, at tað vóru nógv í hinum høvuðsstøðunum, sum bíðaðu eftir einum høvi at uppliva Havnina og Føroyar.

Av tí sama var luttøkan á stevnuni hesaferð væl størri enn undanfarin ár. Norrøna Felagið hevði lagt eina skrá, ið var sera væl móttikin av gestunum.

Fríggjakvøldið vitjaðu gestirnir í miðbýnum í Tórshavn. Vit vóru fyrst á vitjan í løtginginum, har Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, tók ímóti, og seinni í Tinganesi, har Jógvan Svabo Samuelsen vísti runt og greiddi frá. Síðan var farið yvir í Öström at vitja Blue Fashion Challenge, har Jákup Sørensen eldhugaður greiddi frá royndunum hjá NORA at skapa størri uppmerksemi um garvað kópaskinn og fiskaskræðu og úrdráttir úr tara í klædnaframleiðsluni.

Um kvøldið var Annika Olsen, borgarstjóri, vertur við ein døgurða í Posthúskjallaranum.

Leygardagin var útferð, har okkara limir høvdu møguleika at vera við, sum fyrst gekk niðjan í Húsahaga, har Hákun Djurhuus og Terji Nielsen, ávikavist forstjóri og menningarstjóri fyri Sev greiddu frá spennandi verkætlanini við at gera Føroyar 100 prosent grønar áðrenn 2030. Eisini greiddi Árni Winther, arkitektur, frá byggilistarligu tankunum aftan fyri plaseringini av løðistøðini í Húsahaga.

Síðan gekk túrurin til Gjáar og Saksunar har gestirnir fingu høvi at uppliva føroyska nattúru frá síni bestu síðu. Eftir eina góða máltíð í Hósvík, var farið aftur til Havnar á norðuratlantiska konsert í Norðurlandahúsinum.

Sunnudagin var fundur og kjak í Mettustovu, har avbjóðingin hjá teimum sjálvbodnu felagsskapunum og serliga framtíðin hjá norðurlendsku felagsrørsluni var havd til viðgerðar.

Øll vóru samd um, at stevnan var væleydnað, og ynskið var, at felagið í Føroyum framhaldandi verður við í høvuðsstaðarsamstarvinum.

Myndir

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.