OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Í september 2016 skipaði Norrøna Felagið og Fuglafjarðar Kvøldskúli í felag ein sera væl eydnaðan túr til Norðurskotlands og Orknoyar við einum fornfrøðiligum tema undir kønari vegleiðing av Steffen Stumman Hansen, fornfrøðingi í Leirvík.

Nú verður aftur roynt við einum líknandi túri. Luttakararnir á seinasta túri settu fram ynski um at vitja vestara part av Skotlandi og so fara ein túr út á Hebridurnar, ella Suðuroyggjar, sum oyggjarnar vestast í Skotlandi eisini verða nevndar.

Ferðin verður í døgunum 17. til 24. september 2018. Flogið verður úr Vágum til Edinburgh, hagani ferðalagið koyrir í leigubussi móti Vesturskotlandi og Hebridunum. Í løtuni verður ein ferðaætlan fyrireikað, men ætlanin er at vitja oyggjarnar Mull, Iona, Skye og Lewis.

Talan er um eina námsferð, og sum partur av skeiðstilboðnum verður skipað fyri einum ella tveimum fyrireikandi fundum í Fuglafirði á vári 2018.

Túrurin verður einans gjørdur um í minsta lagi 20 tilmeldingar eru. Seinasta freist fyri tilmelding er 1. november 2017.

Kostnaðurin fyri ferðina er mettur at liggja millum 8.500 og 10.000 krónur pr. persón í tvíkamari. Harafturat er eitt gjald à 400 krónur til kvøldskúlan.

Meira er at síggja um ferðina á faldaranum hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.