OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-11
  • End Date: 2024-11-11

Árliga útferðin hjá Norrøna Felagnum verður leygardagin 12. juni, og gongur leiðin í Norðrasta Haga í Sandoy.

Skipað verður fyri gongutúri úr Skálavík og norð í Norðrasta Haga, har ein máltíð veðrur etin í hugnaligu fjallasmáttuni hjá Lauru Joensen og Páll í Dalsgarði. Um so er, at vit mugu avlýsa gongutúrin vegna veður, er ein alternativ skrá løgd har áhugaverd støð í Sandoynni verða vitjað, og máltíðin frá Lauru verður tá etin í øðrum hølum.

Kostnaður

Kostnaðurin fyri útferðina er kr. 300,- fyri limir og kr. 400,- fyri ikki-limir. Við í prísinum er ferðin um Skopunarfjørð, bussferðin í Sandoynni, ferðaleiðari og ein máltíð. Farið verður av Gomlu Rætt kl. 08.45 og vit vera aftur á Gomlu Rætt umleið kl. 17.00.

Meldið tykkum til við at senda ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella við at ringja ella senda eini sms-boð til 217999

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 31. mai 2010.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.