Norðurlendskt samstarv millum ungdóm hevur alstóran týdning fyri framtíðina
Á ráðstevnuni hjá Norrøna Felagnum í Norðurlandahúsinum 15. mai, hevði Ann Ellingsgaard frá Norðurlandahúsinum eina framløgu um Nordjobb-verkætlanina.
Nordjobb
Nordjobb er sprottið burtur úr Norrøna felagsskapinum, og í Føroyum er tað Norðurlandahúsið, sum nú samskipar hesa ætlanina, har ung úr Norðurlondum hava møguleika at koma til Føroyar og arbeiða um summarið, eins og føroyingar hava møguleika til tilsvarandi at fáa summarferiustarv í einum øðrum norðurlandi.
Nordjobb-verkætlanin frættir fegin um onkur hevur eitt slíkt arbeiði at bjóða, ella um onkur hevur eitt kamar at leiga út til ein norðurlendskan summargest.
Ann Ellingsgaard er at hitta í Norðurlandahúsinum og á telduposti
Framløgan hjá Ann Ellingsgaard sæst her :
Nordjobb (PDF 3,28 MB)