Útferðin hjá Norrøna Felagnum í ár verður í Koltur leygardagin 22. juni 2013. Farið verður av Gomlu Rætt klokkan 09.30, og komið verður aftur á Gomlu Rætt umleið klokkan 16.
Í Koltri fáa vit eina rundvísing har ferðaleiðari greiðir okkum frá um oynna, søguna, um hvussu koltursfólk búleikaðust fyrr, um umvælingarnar av aldargomlu bygningunum og um framtíðarætlanirnar fyri oynna.
Gingið verður ein lættan túr, og tey, ið hava orku og dirvi hava stundir at fara niðan á Oyggj, har útsýnið í allar ættir av 478 metra hædd sigst vera heilt serstakt. Fleiri møguleikar eru fyri áhugaverdum túrum á oynni.
Kostnaðurin fyri útferðina verður kr. 300,-. Fólk, ið ikki eru limir í Norrøna Felagnum kunnu koma við fyri kr. 420,-. Við í prísinum er ferð út í Koltur við skjóttgangandi góðkendum ferðamannabáti, rundvísing í Koltri, ein matpakki at eta meðan vit eru í Koltri, og ferð aftur til Gomlu Rætt við Norðlýsinum, har borðreitt verður við fiskasuppu umborð. Flutningur til Gomlu Rætt er ikki við.
Gjørt verður vart við, at tað kann vera ein avbjóðing at koma uppá ella av lendingini í Koltri, serliga í ókyrru.
Luttakaratalið er avmarkað, so tey fyrstu, sum melda til, sleppa við. Tilmelding fer fram við at flyta kr. 300,- (kr. 420 fyri ikki-limir) inn á kontu hjá Norrøna Felagnum í
Bank Nordik 6460-153.224.5
í seinasta lagi mánadagin 17. juni.