OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-11
  • End Date: 2024-11-11

Norrøna Felagið flytir nú bústað.

Eftir at hava húsast í Jákupstovu, húsunum hjá Heilsurøktarafelagnum í Jóhannesar Patursonargøta 24, síðan 1990, er avgerð nú tikin um at flyta.
Nýggi bústaðurin er Lützenstrøð 4.

Talan er um bygningin, sum einaferð húsaði grannskoðaravirkinum hjá Paula Ellefsen, og seinni hevur verið bústaður hjá eitt nú Hagstovuni og Námi.

Mentamálaráðið umsitir bygningin, og ætlar nú at nýta hann sum miðdepil fyri virksemi, ið er tengt at mentan og list.

Listafólkasambandið LISA hevur í eina tíð húsast í bygninginum, og nú flyta fleiri feløg og stovnar inn, ið hóska til slíkt umhvørvi. Umframt Norrøna Felagið, verður talan í fyrstu atløgu um Mentanargrunn Landsins og Fjølrit.

Norrøna Felagið fegnast um at hava fingið møguleikan at húsast í hesum kveikjandi umhvørvi. Vit ivast ikki í, at felagið kann gera gagn av skrivstovufelagsskapunum og teimum góðu umstøðunum, sum eru á Lützenstrøð 4.

Samstundis takka vit eisini fyri gott samstarv við tey feløg, ið húsast og hava húsast í Jákupstovu. Tað er við sorgblídni, at vit siga farvæl til hetta søguliga hús eftir bústað har í 23 ár.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.