OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-11
  • End Date: 2024-11-11

Skeið um Norðurlendskt samstarv sum Norrøna Ungmannafelag Føroya skipar fyri.

Nær: 20. oktober 2016 kl. 19.30 til 21.30
Stað: Norðurlandahúsið

Ætlanin við skeiðinum er at geva eina betri fatan av, hvat norðurlendskt samstarv er í praksis: hvussu arbeiða norðurlendsku felagsskapirnir, hvat eru tær ymisku avtalurnar og átøk, hvørjir eru fyrimunirnir sum norðurlendskt samstarv gevur borgarunum og Norðurlondum, og hvussu ein kann seta ætlanir í verk í Norðurlondum. Skeiðið er fingið upp í lag í samráð við føroysku ungmannafeløgini, men verður skipað sum eitt alment tiltak, har øll áhugaði eru vælkomin.

Fyrsti parturin av skeiðinum fer at snúgva seg um søguna handan norðurlendska samstarvið, høvuðsavtalurnar í samstarvinum, og hvussu tað í praksis fyrigongur í Norðurlandaráðnum og í ráðharraráðnum. Hvør avger hvat? Hvør setir gongd á hvat? Hvar koma átøkini frá? Hvussu er við fígging?

Í seinna partinum av skeinum verður ein røð av stuttum fyrilestrum um ymiskar partar av norðurlendska samstarvinum: norðurlandahúsini, fiskivinnusamstarvið og orkusamstarvið, umframt hvussu felagsskapir hjá sivilsamfelagnum í Norðurlondum hava spælt ein týðandi leiklut í menningini av norðurlendska samstarvinum.

Skrá:

  • 19.30 Vælkomin
    Ruth Vang, limur í Norðurlandaráðnum
  • 19.40 Søgan hjá norðurlendska samstarvinum og hvussu Norðurlandaráðið arbeiðir.
    Halla Nolsøe Poulsen, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, við 8 ára royndum frá skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum
  • 20.00 Hvussu Norðurlandaráðið arbeiðir (og NORA).
    Morten Stemre, ráðgevi í NORA, næstformaður í NUF og FNUF
  • 20.20 Steðgur
  • 20.30 Norðurlandahúsini.
    Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum
  • 20.40 Norðurlendska fiskivinnusamstarvið og føroyski formansskapurin.
    Jákup Mørkøre, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, limur í embætismannanevndini fyri fiskiskap og aling í Norðurlendska Ráðharraráðnum og formaður í NORA
  • 20.50 Norðurlendskt orkusamstarv og viðkomandi verkætlanir fyri Føroyar.
    Kári Mortensen, deildarleiðari í orkumálum á Umhvørvisstovuni og limur í embætismannanevndini fyri orku í Norðurlendska Ráðharraráðnum
  • 21.00 Foreningene Norden og leikluturin hjá sivilsamfelagnum.
    Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum í Føroyum
  • 21.10 Spurningar
  • 21.30 Liðugt

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.