Í 19. og 20. øld fluttu nógvir føroyingar yvir um hav til Norðuramerikanska meginlandið. Nøkur angraðu hetta og fluttu heim aftur til Føroya, meðan onnur festu røtur í nýggju londunum, fingu nýggjan ríkisborgaraskap og livdu og endaðu dagar sínar har – lagna teirra varð í mongum førum ókend hjá familju og vinum í Føroyum.
Samanborið við hini norðurlondini, hevur ikki verið granska nakað serligt í føroyskari emigratiónssøgu. Vitan okkara um føroysku emigrantarnar er tí, í flestu førum, avmarkað til munnligu frásagnirnar, sum liggja goymdar millum manna í felagsminninum í bygdunum.
At tíðin skjótt kámar tað, sum veruliga fór fram, ger seg eisini galdandi í hesum føri. Tískil er nú um at vera komið til evsta mark fyri at savna hetta søguliga tilfarið inn, so hesin týdningarmikli partur av søgu okkara verður tryggjaður framyvir. Farið er nú undir eitt tílíkt arbeiði, og enn liggur ein stórur setningur fyri framman, áðrenn ein neyvari mynd av føroysku emigratiónini kann gerast.
Í hesum sambandi er tað tí at frøast um, at tað í einum samstarvi millum Norrøna Felagið, Miðvágs Fornminnasavn, Tvøroyrar Fornminnesfelag og Fuglafjarðar Kommunu er heppnast okkum at fáa søgufrøðingin og fyrrverandi stjóran fyri “Dansk Udvandrerarkiv”, Henrik Bender at koma higar.
Hann hevur í mong ár staðið fyri gransking av emigratión í Norðurlondum og fer at halda tríggjar fyrilestrar um hetta evni, meðan hann er her. Bender fer millum annað at greiða frá um søguligu keldurnar, sum kunnu vera við til at lýsa emigratiónina, vavið av henni og eykennini, og hvat tað var, ið tileggjaði fráflytingina.
Skrá:
Emigratión til Norðuramerika í norðurlendskum og føroyskum høpi
Norrøna Felagið, Fuglafjarðar Kommuna, Miðvágs Fornminnafelag og Tvøroyrar Fornminnafelag
23. oktober í bygdarskúlanum í Miðvági kl. 16.00 - 18.00
- Henning Bender: Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914
- Steffen Stummann Hansen: Den færøske emigration til Canada
- í sambandi við myndaframsýningina hjá Miðvágs Fornminnisfelag.
Marianna Simonsen: Bræv úr Føroyum til Kanada 1928 - Hanna Hansen: Myndafrásøgn í sambandi við tiltakið
25. oktober á Seglloftið á Tvøroyri kl. 19.30 - 21.30
- Henning Bender: Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914
27. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 19.30 - 21.30
- Henning Bender: Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914
- Steffen Stummann Hansen: Den færøske emigration til Canada
- Søgubólkurin hjá Fuglafjarðar kommunu vísir tilfarð um fuglfirðingar sum emigreraðu til Kanada og USA