OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

- Hjartaliga takk fyri arbeiðið, tú gert. Vit í NorrønaFelagnum fegnast stórliga um, at tú gert títt til at gera vart við norðurlendska tónleikin í útvarpinum. Við sendingini Norðurljóð ert tú við tilat økja um kunnleikan til norðurlendska mentan, og tú prógvar í hvørjarisending, at norðurlendskur tónleikur er annað enn Vikingarnar og ShuBiDua.

Soleiðis fullu orðini, tá Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur, í dag fekk handað Norrøna Herðaklappið frá Turid Christophersen, forkvinnu í Norrøna Felagnum í Føroyum.

Norrøna Felagið nýtti norðurlandadagin 23. mars til at handa Norrøna Herðaklappið á fyrsta sinni. Ætlanin hjá felagnum er at heiðra einum persóni, sum ger nakað serligt fyri at økja um kunnleikan til Norðurlond og skapa samband og vinarlag millum londini.

Heiðursgávan er ein ferðaseðil fyri tvey við nýggja NORÐUR-netverkinum hjá Atlantsflog, har møguligt er at flúgva til Reykjavíkar, Bergen og Edinburgh.

Myndir

Myndir frá handanini kunnu síggjast her:

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.