OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-01
  • End Date: 2024-11-01

Formansfrágreiðingin hjá Turid Christophersen á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum 30. mars 2015:

Vælkomin á aðalfundin hjá Norrønafelagnum

Seinasta árið hevur dentur verið lagdur á, at vera sjónlig við fyrilestrum, luttøku á tiltøkum og mentunarnáttini. Serliga mentunarnáttin, har vit skipaðu fyri hugna uttanfyri hølini á Lützenstrøð, har telt varð sett upp og borðreitt varð við Jansons Fristelser eftirsum tað var svenskur tjóðardagur. Tróndur Enni og Lív Næs og Brandur Enni undirhildu við hugnaligum tónleiki í góðveðrinum.

Eisini luttøku vit á fólkafundinumí heyst við bási, har vit vístu fram virksemi hjá felagnum.

17. mai var serligur dagur seinasta ár við 200 ára degnum fyri norsku grundlógina. Norrøna Felagið var við til at skipa fyri hátíðarligum 17. mai, við luttøku av m.a. løgmanni og norska konslinum, sum hevði heilsan við frá kongi.

Summar útferðin seinasta ár vóru vit í heppin og veðrið var við okkum. Vit fingu eina væl eydnaða útferð til Kolturs við hugnaligum selskapi, siglitúri við Norðlýsinum, gongutúri og frágreiðing um oynna.

Vit høvdu eisini eitt ynski seinasta ár um at økja um okkara politiska samstarv og við luttøku á norðurlandaráðsfundi í heyst var góður møguleiki til tess. Vit luttøku sum partur av føroyska ferðaliðinum, eins og vit skipaðu fyri móttøku fyri føroyingum í Stockholm í samstarvi við Føroya Landsstýri, Anniku Olsen. Tiltakið hildið á Sjöfartshuset og umleið 20 fólk luttóku. Á tiltakinum var kunning frá føroysku politikarunum og føroyingarnir í Svøríki høvdu møguleikaat seta spurningar, kjakast og fingu víst á hvørjar avbjóðingar eru fyri føroyingar í Svøríki, serliga var undirvísing í føroyskum máli uppi at venda.

Vit hava luttikið á FNF-formansfundi í bæði Keypmannahavn, Reykjavík og Stokholm. Evni hettar ári hevur serliga verið eftirmeting av virkseminum hjá FNF og tær verkætlanir FNF varar av, við tí fyri eyga at leggja eina framtíðar ætlan fyri arbeiðið hjá FNF, sum dentur verður lagdur á komandi ár.

Her í Føroyum hava vit verið virkin við verkætlanunum bókasavnsvikuni og rithøvundavitjan, har Marjun Patursson hevur verið so beinasom, at taka ábyrgd av báðum verkætlanum okkara vegna og vilja vit fegin takka fyri.

Eisini umboðaði Eyrith Guttesen Leyni Norrøna felagaði á vinabýarstevnu í svenska býnum Eslöv í summar.

Sum nakað nýtt hava vit í ár valt at geva eitt herðaklapp til Ragnar A. Jacobsen fyri sendingarnar Norðurljóð í Kringvarpinum. Vit meta tað av stórum týdningi, at vit í dagligdegnum síggja og hoyra norðurlenska mentan og hava vit tí givið eitt Ragnar eitt herðaklapp fyri at útvarpa norðurlendskan tónleik.

Seinasta ári hava vit sæð okkara virkna ungdómsfelag arbeiða fyri at fáa nýggja felagið uppá beinini meðan tey hava skipa ymisk tiltøk, bæði innan útbúgving og norðurlendska mentan og eru vit sera glað fyri teirra arbeiðið og gleða okkum til nýggju tiltøkini tey seta á skrán komandi ár og framhaldandi góða samstarvi.

Virksemi seinasta ári hevur verið sera umfatandi og ætla vit framhaldandi at halda sama stevi. Komandi ár verður merkt av politiskum vali og koma vit eisini at varpa ljós á norðurlendskan politikk. Við spurningum um framtíðar samstarvið hjá norðurlendsku londum.

Okkara væl eydnaðu fyrilestrar koma eisini at verða á skrá komandi ár, vit byrja longu nú í vár við einum ørvísi søguligum fyrilestri við Felice Vinci, hann setur spurningin um Illiadan og Odyssey kunnu verða pallsett í norður Europa.

Av okkara langtíðar ætlanum er ferðing enn á skránni og arbeiða vit framvegis við at skipa ferðir til norðurlond, serliga við íblástri frá norður rutuni hjá Atlantic.

Tiltøk í 2014

14. januar:
Fyrilestur og kjak við Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingi: Mentan og samleiki í víkingatíð. Sera væl vitjað tiltak – mett var, at omanfyri 200 vóru í salinum.

20. januar:
FNF-formansfundur í Keypmannahavn

21. januar:
FNF-stjórafundur í Keypmannahavn

26. januar:
Forkvinnan og skrivarin høvdu fund við tvey umboð fyri tey, ið hava tikið stig til at stovna eitt Norrøna Ungmannafelag. Vit lovaðu teimum fullan stuðul, í fyrstu atløgu við at veita høli til stovnandi aðalfundin

8. februar:
Stovnandi aðalfundur í Norrønum Ungmannafelag Føroya, NUF, í Norðurlandahúsinum. Ingi Samuelsen, skrivari, varð orðstýrari á fundinum og skrivar fundarfrásøgn. Turid Christophersen hevði eitt stutt upplegg um Norrøna Felagið

11. februar:
Fyrilestur í Klingrunií Norðurlandahúsinum við Bård Frydenlund, søgugranskara. Sera væleydnað, í minsta lagi 150 áhoyrarar.

13. februar:
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum vitjar í Lútzenstrøð í sambandi við at bygningurin alment verður tikin í nýtslu sum skrivstovufelagsskapur fyri mentanar- og íverksetaravirksemi.

21. februar:
Skrivarin á fundi – Norðurlandamót – við embætismonnum í Tinganesi at viðgera føroyska uppleggið til skránna fyri danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2015

27. februar:
Felagsfundur millum nevndina í Norrøna Felagnum og í Norrøna Ungmannafelag Føroya

12. mars:
Forkvinnan og skrivarin saman við 2 umboðum fyri ungmannafelagið (Laura Kathrine Apol og Christoffur Gert Nielsen) á fundi á Mentamálaráðnum við Bjørn Kalsø landsstýrismann og Aldu Joensen fulltrúa. Greiddu teimum frá ungmannafelagnum og avbjóðingunum hjá teimum, serliga hetta fyrsta árið, tey ikki kunnu fáa stuðul frá FUR.

23. mars:
Norðurlandadagur. Aðalfundur í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Umboð fyri Ungmannafelagið greiddi frá teirra arbeiði. Aftaná aðalfundin varð smurt breyð at fáa.

6. mai:
FNF-stjórafundur í Stockholm

17. mai:
Norrøna Felagið var við til at skipa fyri hátíðarligum 17. mai hátíðarhaldi í sambandi við 200 áradagin fyri norsku grundlógina, við luttøku av m.a. løgmanni og norska konslinum, sum hevði heilsan við frá kongi.

21-22. mai:
Turid og Ingi luttóku á arbeiðsmarknaðarráðstevnu í Reykjavík.

22. mai:
FNF-formansfundur í Reykjavík

6. juni:
Mentanarnátt. NorrønaFelagið skipaði fyri hugna uttan fyri hølini á Lützenstrøð, har telt varð sett upp. Borðreitt varð við Jansons Frestelse eftirsum tað var svenskur tjóðardagur. Tróndur Enni og Lív Næs og Brandur Enni undirhildu við hugnaligum tónleiki í góðveðrinum.

21. juni:
Útferð í Koltur við Norðlýsinum. Við vóru 28 fólk. Væl eydnað.

23. juni:
Turid og Ingi á fundi á mentamálaráðnum við luttøku av MMR, Norðurlandahúsinum, NORA, íslendsku sendistovuni, Íslendingafelagnum og grønlendingafelagnum (møttu ikki) um at skipa fyri útnorðurdegi í september.

27. juni:
Turid og Ingi aftur á fund í MMR við Martin Næs og Aldu Joensen um okkara part av útnorðurdegnum: at skipa fyri einum politiskum kjaki.

26.-29. juni:
Eyrith Guttesen Leyni luttekur á vinabýarstevnu í svenska býnum Eslöv.

31. juli:
Turid, Brynhild, Eyrith og Ingi á fundi í Norðurlandahúsinum saman við einum ferðalagi frá Foreningen Norden í Randers/Langå. Kunnaðu um feløgini hjá hvørjum øðrum.

24. august:
Pohjola Norden í Korsholm, Vörå, Karleby og Jacobstad skipa fyri hugnaløtu í Norðurlandahúsinum, har spælimansorkestrið Smederna framførir. Norrøna Felagið (Turid og Ingi) luttekur og greiðir frá arbeiðinum í Føroyum.

31. august:
Ingi Samuelsen skrivari hevur, saman við Peter Jon Larsen, aðalskrivara hjá FN-Danmark fund við Karen Motzfeldt, ið hevur víst áhuga at seta á stovn Norrønt Felag í Nuuk.

5. og 6. september
Útnorðurdagar í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið er við sum fyriskipari saman við Mentamálaráðnum, Norðurlandahúsinum, íslendsku sendistovuni, íslendingafelagnum og grønlendingafelagnum. Fríggjadag var kjakfundur um útnorðursamstarvið har Ingi Samuelsen var orðstýrari. Norrøna Felagið saman við Ungmannafelagnum hevði ein bás standandi í húsinum báðar dagarnar.

19. og 20. september
Fólkafundurí Runavík. Norrøna Felagið luttekur á fyrsta sinni við bási í høllini. Fitt avfólki vitjar básin.

9. oktober.
Ingi Samuelsen ástjórafundi í Keypmannahavn

26. oktober.
Turid Christophersenog Ingi Samuelsen á FNF-formansfundi í Stockholm

27-30. oktober.
TuridChristophersen og Ingi Samuelsen luttaka á ársfundinum í Norðurlandaráðnum

29. oktober:
Norrøna Felagið skiparfyri móttøku fyri føroyingum í Stockholm í samstarvi við Føroya Landsstýri,Anniku Olsen. Tiltakið hildið á Sjöfartshuset. Umleið 20 fólk luttaka.

10.-16. november:
Norðurlendsk bókasavnsvika

4. desember:
Limafundur í Mettustovu við Marjun Magnussen, evnið er markaforðingar í Norðurlondum.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.