Norðurlendska Herðaklappið varð í gjár – á norðurlandadegnum, 23. mars – latið Sláið Ring, landsfelagnum føroyskum dansi at frama.
Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið. Herðaklappið verður givið persónum ella felagsskapum, ið hava gjørt nakað serligt fyri annaðhvørt at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella Norðurlond í Føroyum.
Á lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár, varð herðaklappið latið Sláið Ring – landsfelagnum føroyskum dansi at frama. Formaðurin, Gunnar Restorff, tók ímóti.
Grundgevingin fyri at lata herðaklappið til Sláið Ring var soljóðandi:
”Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur við síni luttøku á norðurlendskum dansi- og mentanarstevnum í Føroyum og í hinum Norðurlondunum verið við til at styrkja norðurlendskt samstarv umframt at menna og kunna um føroyskan dans, kvæðamentan og føroyskan mentanararv.
Stórur partur av hesum er gjørt í sambandi við dansistevnur, fyriskipaðar av norðurlendska felagsskapinum Nordlek, sum hevur sum endamál at menna norðurlendskan fólkadans, norðurlendska mentan og norðurlendskt samstarv yvirhøvur.
Sláið Ring er, sum ískoyti til navnið eisini sigur, landsfelag føroyskum dansi at frama, og tí eru tað tey lokalu dansifeløgini í Føroyum, ið eiga hendan heiðurin. Tað eru dansifeløgini, sum við dansi, kvæðum og dansispølum halda við líka og menna dansin, og sum við luttøku á norðurlendskum dansistevnum eru við til at styrkja norðurlendska samstarvið.
Fyri virksemi tykkara verður Ársins herðaklapp handað Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama ”
Hetta er áttandu ferð, norðurlendska herðaklappið verður latið.
Fakta
Hesi hava fingið Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum:
- 2015: Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur
- 2016: Leif Sørensen, kokkur
- 2017: Torbjörn Nyström, stigtakari sv-fø orðabók
- 2018: Sissal Kj. Kristiansen, sniðgevi
- 2019: Kórsamband Føroya
- 2020: - ongin handan
- 2021: Þóra þóroddsdóttir og Martin Næs, týðarar
- 2023: Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama