OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

ÁRSFRÁSØGN
mars 2022 - mars 2023

Eykaaðalfundur var hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum mikudagin 26. apríl 2023 kl. 19.00
Av tí at so fá møttu til aðalfundin hjá felagnum tann 23. mars, avgjørdi nevndin at hava ein eykaaðalfund.

Á fundi vóru yvir 35 fólk og Torbjörn Nyström bjóðadi vælkomin. Formaðurin skeyt upp at velja Ásmund Guðjónsson til orðstýrara og Rasmus Joensen til skrivara. Aðalfundin valdi Ásmundur Guðjónsson til fundarstjóra og Rasmus Joensen til fundarskrivara. Kannað varð um fundurin var lóliga lýstur. Fundarstjóran staðfesti, at fundurin var lógliga lýstur við lýsing í Sosialinum 11. apríl 2023.

Formaðurin, Torbjörn Nyström, legði fram ársfrásøgnina og framtíðarætlanirnar. M.a. segði Torbjörn, at eftir aðalfundin í 2022, segði táverðandi forkvinna Turid Christoffersen formansstarvið frá sær vegna stórar broytingar í arbeiðsumstøðum sínum. Torbjörn tók tá við formansstarvinum og varð hann formliga valdur til formann á aðalfundinum í 2023. Vegna lítla undirtøku á aðalfundinum 2023, varð avgjørt, at hava ein eykaaðalfund og fáa fleiri limir at møta. Tí hava vit eykaaðalfund í kvøld!

Nevndin hevur havt nógv virksemi farna árið.

mars 2022
Ársaðalfundur í Norðurlandahúsinum
apríl 2022
Nýggja nevndin skipar seg
august 2022
Nýggjur skrivari til Norrøna Felagið í Føroyum
septembur 2022
Aðalskrivararnir í Norrønu feløgunum á fundi í Reykjavík
oktobur 2022
Nýggj heimasíða
oktobur 2022
Norðurlendsk høvuðsstaðar- og vinabýarstevna í Reykjavík
oktobur 2022
Kunning og kjak á limafundi í Norðurlandahúsinum
novembur 2022
Nevndin skipaði seg av nýggjum, við nýggjum formanni
novembur 2022
Norðurlendska bókmentavikan 2022 "Náttúran í Norðurlondum"
novembur 2022
FNF præsidiefundur í Helsingfors
desembur 2022
"Norden i skolen" nýggj heimasíða, og Norrøna Felagið samskipar umsetan
januar 2023
Limatiltakið Norðurmót í Reinsarínum, Tórshavn
januar 2023
FNF præsidiefundur í Oslo
februar 2023
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar til United World College, Undirvísingarstýrinum, Tórshavn
mars 2023
Norðurlendska Herðaklappið latið Sláið Ring á norðurlandadegnum í Norðurlandahúsiðnum

Framløga av grannskoðaðum roknskapi og uppskot til fíggjarætlan

Roknskapurin fyri 2022 vísti vegna m.a. broytingar í nevndini og corona, eitt yvirskot. Í samband við fíggjarætlanina fyri 2023 segði formaðurin, at mann var ikki liðugur at viðgerða hana. Har kundu væntast broytingar, serliga innan umsiting, tiltøk og kunningararbeiði. Vegna nógv størri aktivitet í felagnum, verður starvið sum skrivari broytt til aðalskrivari akkurát sum í hinum Norðurlondunum. Og vegna størri arbeiðsuppgávur, má lønin til aðalskrivaran verða samsvarandi arbeiðsuppgávunum.
Roknskapur
Roknskapurin fyri 2022 og uppskotið til fíggjarætlan fyri 2023 kann lesast her

Val av stjórn

Rasmus, Eyrith og Beinta stóðu fyri vali. Eyrith tók við afturvali. Beinta hevði boðað frá, at hon tók ikki við afturvali. Tað sama segði Rasmus, at hann vildi helst sleppa úr nevndini, men um eingin annar var, so kundi hann taka eitt ár afturat.

Eyrith varð afturvald og Ásmundur skeyt tá upp, at nevndin fekk heimild, at finna fólk í nevndina og varð tikið undir við hesum.

Tiltakslimir

Tveir tiltakslimir skulu veljast. Her vórðu valdar Rakul í Gerðinum og Tóra Tóroddsdóttir.

Grannskoðara

Ásmundur skeyt upp, at velja grannskoðarafelagið MENTA, sum eisini var uttanhýsis grannskoðari. Hettar varð samtykt.
Tað varð ikki valdur nakar innanhýsis grannskoðari, sum annars stendur í lógunum. Jens Marius Poulsen er innanhýsis grannskoðari sambært frásøgn frá 2022.

Limagjaldið

Limagjaldið hevur verið kr. 150 og nevndin skeyt upp somu upphædd. Bárður Jákupsson skeyt upp at hækka limagjaldið til kr. 200 og varð hettar samtykt av fundinum.

Ymist

Einki mál var komið inn til aðalfundin og einki varð lagt fram á fundinum.

Pkt. 2 og 3

Orðstýrarin takkaði fyri góðan og siðiligan fund og lat orðið aftur til formannin, ið segði, at sjálvur aðalfundurin varð liðugur, men tvær framløgur fóru at verða.

Hin fyrra var um NordJobb í Føroyum og varð tað Bo Nylander, verkætlanarleiðari, ið hevði framløguna.
Sera áhugaverd framløga, har greitt var frá hvussu NordJobb arbeiðir og hvørjir møguleikar eru hjá ungum í Norðurlondum at fáa arbeiði í grannalondunum.

M.a. fingu vit at vita, at fleiri eru, ið vilja koma til Føroyar at arbeiða, men færri úr Føroyum søkja sær arbeiði í hinum Norðurlondunum. Tey, sum koma til Føroyar arbeiða fleiri á bensinstøðum, á matstovum og hotellum. Summi arbeiða á fiskavirkjum.
Seinni í summar fer alifyritøkan Hiddenfjørd at fáa fleiri fólk til arbeiðis vesturi í Vágum. Tá so nógvir ungdómar hava áhuga fyri arbeiði her, verður tað ein størri uppgáva at fáa teimum innivist. Tó hettar letur seg gera. Hevur mann eitt kamar við atgongd til sanitet v.m. verður latið uml. kr. 4.000 pr. mðr.

Felagið bjóðaði ábit, farið varð undir seinna fyrilesturin.
Seinna fyrilesturin helt Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingur. Fyrilesturin var hildin í sambandi við, at Norrøna felagið ætlar at skipa fyri ferð til Norður Skotlands og Hebridurnar á sumri 2024.
Sera forvitnisligur og áhugaverður fyrilestur, sum við myndum og góðari frásøgn lýsti søguna og sambandið aftur til Norðurlond líka frá víkingatíðini og frameftir.

Kl. 21.00 takkaði formaðurin fyrilestarahaldarunum og endaði fundin.

Rasmus Joensen,
fundarskrivari

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.