OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Nú kunnu skúlanæmingar í Norðurlondum tosa saman. Í dag 28. oktober 2013, lat upp ein nýggjur portalur á netinum, serliga fyri børn at brúka í samband við undirvísingina í norðurlendskum grannamálum.

Tað er samstarvsfelagsskapurin fyri Norrønu Feløgini, FNF, sum hevur staðið fyri at fáa í lag hesa tænastuna á netinum, sum skal gera tað nógv lættari hjá mállærarum at undirvísa í norðurlendsku grannamálunum, serliga skandinaviskum.

Norden i Skolen eitur portalurin, sum verður bjóðaður út, júst í eini tíð, har norðurlendsku málini ikki hava tað so lætt við at skilja hvørtannað. Kanningar hava víst, at fleiri og fleiri ung hava trupulleikar at tosa við fólk út grannalondunum, og at nógv í veruleikanum ikki vita av, at tað ikki er so trupult kortini.

- Tað vilja vit fegin gera nakað við, og tey tóðu tíðindini eru, at vit kann gera nakað við tað, sigur Thomas Henriksen, sum hevur ment undirvísingarportalin.

Norden i Skolen er mentur av Foreningerne Nordens Forbund í samstarvi við norrønu feløgini í teimum einstaku londunum, og við stuðli frá Nordisk Språkkordinasjon, Nordisk Kulturfond, Nordpuls Språk, Språkrådet i Norge, A. P. Møllers fond og Nordisk Ministerråd.

Umframt at kunna lesa norðurlendskar tekstir, er eisini møguleiki at hoyra grannamálini. Fleiri filmar eru at síggja á portalinum, eins og møguleikar eru at knýta vinarbond millum skúlaflokkar og tjatta og samskifta beinleiðis á portalinum.

Í 2011 fekk ætlanin heiðursløn frá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at vera eitt gott tiltak, ið styrkir málmenningini. Nú er so internetportalurin klárur.

Hann sæst á nordeniskolen.org

Á myndini sæst Thomas Henriksen saman við kenda norska filmssjónleikarunum, Jakob Oftebro, sum hevur gjørt tað til eina styrki í sínum yrki, at hann meistrar øll tey skandinavisku málini. Tað var hann, sum loysti startskotið til næmingaportalin á einum hátíðarhaldi í Stórtinginum í Oslo.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.