OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Formansfrágreiðing fyri 2008

24.februar 2008 vóru fyrilestrar í Norðurlandahúsinum um Háskúlarørsluna fyrr og nú. Rói Patursson, háskúlastjóri og Steinbjørn B. Jacobsen, fyrrverandi háskúlalærari, greiddu frá. 48 fólk vóru og lurtaðu.
Eitt sera væleydnað tiltak.

Altjóða kvinnudagin 8.mars framførdi norski sjónleikarin Juni Dahr monologin ”Ibsen kvinner - Sett en ørn i bur” í Norðurlandahúsinum saman við floytuleikaranum Chris Poole. Tvey hjálparfólk vóru við. Veðrið var gott alla tíðina, og vit vóru útferð við teimum. 160 fólk vóru til framførsluna.
Tað var ein sigandi og flott framførsla.

23.apríl helt Sámal Tróndur Finnsson Johansen, landsskjalavørður, fyrilestur í Norðurlandahúsinum um kalda kríggið í Norðurlondum. 24 áhoyrarar vóru.

8.mai høvdu vit fyrilestur í Listaskálanum, har sum fyrrverandi svenski mentamálaráðharrin, Bengt Gøransson, tosaði um norðurlendskt samstarv. Kári P. Højgaard, limur í Norðurlandaráðnum, legði fyri. 20 áhoyrarar hoyrdu nógvu áhugaverdu sjónarmiðini hjá svenska nordistinum.

21.juni var árliga útferðin. Hesa ferð fóru vit til Føgrulíðar á Borðoynni, har sum fyrsti háskúlin var, við Norðlýsinum. Vit vóru í landi, og ferðin var væl eydnað. Bara 17 fólk vóru við, hóast 29 teknaðu seg.

Vit fingu innbjóðing frá Norðklubbi Íslands við Almu Sigurðardóttur frá Norrøna Felagnum í Íslandi um Vatnævintýr í Íslandi fyri studentar úr øllum Norðurlondum.
Vit sendu tvær ungar kvinnur til Íslands, Sóley Danielsen og Durita Johansen, sum eru limir í Norrøna Felagnum í Føroyum. Tær koma at greiða okkum frá ferðini nú í kvøld.

6.november helt Bogi Hansen, havgranskari, áhugaverdan fyrilestur á Landsbókasavninum um veðurlagsbroytingar. 40 fólk lýddu á, millum annað ein flokkur í Hoydølum.

Eftir allar fyrilestrar var kjak og fólk søgdu frá egnum upplivingum.

Aðalfundurin 2008

Aðalfundurin 2008 var 3.apríl í Norðurlandahúsinum. Elin Michelsen og Hallstein Sigurðsson stóðu fyri vali. Elin Michelsen bar seg undan afturvali, og fyri hana varð vald Carita Bjørklund. Hallstein Sigurðsson var afturvaldur í nevndina.
Tiltakslimir eru Margretha Næss og Holger Arnbjerg. Nevndin skipaði seg við Eyrith Guttesen Leyni sum forkvinnu og Hallstein Sigurðsson sum næstformanni.

Matorðalistin

FNF, meginfelagið hjá Norrønu Feløgunum, hevur gjørt ein norðurlendskan matorðalista, sum er á internetinum. Vit arbeiddu dúgliga við at fáa Føroyar við, og tað lukkaðist. 1200 orð eru í matorðalistanum.
Vit fingu J.H. W. Poulsen at umseta orðalistan og Eyrith Leyni hevur skrivað. Orðalistin er nú á øllum málunum uttan grønlendskum.
Matorðalistin er http://nordickitchen.org og á www.nordiskmatordlista.org og eg fari at takka J.H.W. Poulsen fyri hansara stóra arbeiði. Nú hevur FNF spurt eftir føroyskum uppskriftum at leggja á heimasíðuna.

Vitjanir

Í august var Samnordisk pensionærkulturforening í Føroyum, og tey búðu á skúlaheiminum á Markagilsvegnum. Formaður var Gøran Broberg úr Svøríki og Tóra Dahl úr Føroyum var í nevndini. Hon er blind og situr í koyristóli, men hon kláraði fínt at vera orðstýrari við sínari kraftigu rødd og ringdi við klokkuni, so talurnar ikki blivu ov langar. Hon stýrdi øllum við hjálp frá manninum.
Forkvinnan í Norrøna Felagnum var boðin til veitsludøgurða saman við teimum og biðin um at siga nøkur orð um felagið og um Føroyar. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setti veitsluna og segði nøkur orð um mentan.
Seinni komu skúlabørn úr Havn og dansaðu føroyskan dans fyri gestunum og tað dámdi teimum væl.
Næsta ár skal Samnordisk pensionærkulturforening til Íslands. Tey vilja senda okkum skránna, so okkara limir eisini kunnu melda seg til teirra seminar.

Skeið

FNF hevði styreseminar í Kungälv í Svøríki í september. Tríggir nevndarlimir og skrivarin vóru við. Tema: veðurlagsbroytingar og klimapolitikkur. Millum innbodnu fyrilestrahaldararnar var Bogi Hansen, sum Norrøna Felagið varð biðið um at bjóða við til at halda fyrilestur. Tey, sum vóru í Kungälv, vóru øll á einum máli um, at Bogi var millum bestu og greiðastu fyrilestrahaldararnar har.

Nøkur úr nevndini hjá okkum og skrivarin vóru við í bólkaarbeiði og kjaki um at fáa almenna vitan um klimabroytingar og klimapolitikk í Norðurlondum, og hvønn lut norrønu feløgini eiga í øllum hesum arbeiðinum millum annað upp undir stóru veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember.

Nevndarfundir í 2008

Nevndin hevur havt seks fundir í 2008. Harafturat hava forkvinnan og skrivarin verið á fundum hjá FNF.

Lógarbroytingar

Nevndin hevur avgjørt at sleppa uppskotunum um lógarbroytingar og reglugerð fyri felagið og strika tey á heimasíðu felagsins. Galdandi lóg frá 1987 kann væl brúkast. Men arbeiðssetningur fyri felagið skal gerast í formansfrágreiðingum til aðalfundirnar.

Limatalið

Tann 1.januar 2009 vóru 213 limir í Norrøna Felagnum í Føroyum (sama tal sum 01.01.2008).

Ætlanir fyri 2009

Forkvinnan hevur tosað við Zacharis Svabo Hansen, sum umboðar Føroyar i Nordens sprogråd, Nordiska ministerrådets rådgivningsgrupp í málspurningum. Hann hevur játtað at koma og greiða frá um mál og málfatan í vár ella summar.

Vit skuldu hava Siv Friðleifsdóttur, altingskvinnu úr Íslandi, at halda fyrilestur um umhvørvispolitikk og um kvinnur í íslendskum politikki í februar 2009. Men av tí at val er í Íslandi 25.apríl, hevur Siv útsett ferðina til Føroya. Hon kemur væntandi seinni í ár.

Vit hava biðið Rolf Guttesen siga frá um helluristingar á Tinganesi.

Útferðin í ár verður til Skarðs á Kunoynni 13. juni.

Harafturat fyrireikar felagið eina ráðstevnu í februar 2010.
Ráðstevnan skal seta spurningin, um Norrøna Felagið í Føroyum (NFíF) hevur nakran tilverurætt. Ráðstevnan skal svara játtandi við at finna mátan at fáa nýtt lív í felagið. Við at fara aftur til fólksligu røturnar skal norðurlendska samstarvið gerast viðkomandi og mennandi fyri vanliga føroyingin.

  • Hvat fær føroyingurin burtur úr norðurlendska samstarvinum nú?
  • Og hvat kann føroyingurin leggja afturat norðurlendska samstarvinum?
Ráðstevnan skal fylla Skálan í Norðurlandahúsinum við vanligum føroyingum. Er niðurstøðan tann, at føroyingar framvegis hava ein norðurlendskan samleika, skal NFíF vera virkið og vera við til at seta dagsskránna. Ráðstevnan verður ein leygardag seint í februar 2010 við døgurða um kvøldið. Í vetrarskránni 2009-10 skulu vera trý-fýra tiltøk, eitt nú fyrilestrar, sum upphiting til ráðstevnuna. Ráðstevnan skal vera seriøs og professionell.
Birgir Kruse er biðin um at fyrireika tiltakið.

Vitjanir í 2009

Vit fáa nakrar vitjanir í ár og næstan um somu tíð. Norrøna Felagið í Esløv í Svøríki kemur; Eyrith og Carita taka sær av teimum. Tey eru 25.
Norrøna felagið í Århus kemur eisini, og tey hevur Eyrith samband við. Tey eru 30.

At enda

Av tí at Kári á Rógvi ikki stillar uppaftur á nevndarvalinum, fari eg vegna nevndina at takka honum fyri tíðina og ynskja honum góðan byr.
Eg fari at takka nevndini og skrivaranum í felagnum fyri samstarvið.

Eyrith Guttesen Leyni, forkvinna
25.mars 2009

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.