OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Sóley og Eyðun í nevndina

Á aðalfundinum 25.mars 2009 bóru Kári á Rógvi og Jóannes N. Dalsgaard seg undan afturvali í nevndina.
Fyri teir blivu vald Sóley Danielsen og Eyðun Húsgarð. Eyrith Leyni Guttesen varð afturvald. Hini í nevndini eru Hallstein Sigurðsson og Carita Björklund.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Tiltkslimirnir Holger Arnbjerg og Margretha Næss vórðu afturvald.

Limagjald & limir

Tann 1.januar 2009 vóru 213 limir í Norrøna Felagnum í Føroyum (sama tal sum 01.01.2008).
Limagjaldið fyri 2009 er tað sama sum undanfarin ár, kr. 120,00.

20 fólk vóru á aðalfundinum, sum góðtók ársfrágreiðing og roknskap fyri 2008.

At enda

Av tí at Kári á Rógvi ikki stillar uppaftur á nevndarvalinum, fari eg vegna nevndina at takka honum fyri tíðina og ynskja honum góðan byr.
Eg fari at takka nevndini og skrivaranum í felagnum fyri samstarvið.

Eyrith Guttesen Leyni, forkvinna
25.mars 2009

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.