OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Ársaðalfundur hjá Norrøna Felagið í Føroyum var hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 23. mars 2022 kl. 19.00

Á fundi vóru eini 20 fólk. Turid Christophersen bjóðaði vælkomin og Høgni Djurhuus varð valdur til fundarstjóra.

Fundarstjórin staðfesti, at aðalfundurin var innkallaður við lýsing í landsdekkandi blaði við 14 daga freist. Staðfest varð, at fundurin var lógligur.
Fundurin varð síðan hildin við skrá sambært viðtøkum felagsins.

  • Ársfrásøgn og framtíðarætlan:
    Turid Christophersen, forkvinna, fekk orðið at greiða frá, hvat er hent síðan seinasta aðalfund. Forkvinnan staðfesti, at virksemi í felagnum í Føroyum, eins og í øðrum londum hevur verið sera avmarkað í 2021 orsaka av koronastøðuni.
    Turid Christophersen greiddi frá, at felagið frá 2021 at rokna fær játtað pengar – 100.000 krónur – frá Norðurlendska ráðharrarðanum, ætlaðir til at kunna føroyingum, serliga ungdómi um norðurlendska økið. Hetta setir nýggj krøv til felagið, ein uppgáva sum nevndin tekur ímóti við spenningi.
  • Framløga av grannskoðanum roknskapi:
    Fráfarandi skrivari felagsins, Ingi Samuelsen, legði fram roknskapin, ið var grannskoðaður av skrásetta grannskoðarafelagnum Menta, og av innanfelags grannskoðaranum, Jens Mariusi Poulsen. Aðalfundurin góðtók roknskapin.
  • Val av stjórn og 2 tiltakslimum:
    Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Thurid Christophersen og Torbjörn Nyström. Tey blivu bæði afturvald uttan atkvøðugreiðslu. Av tí at Heri Á. Simonsen hevur tikið seg úr nevndini, varð Ásmundur Guðjónsson valdur sum nýggjur limur uttan atkvøðugreiðslu. Sum tiltakslimir vórðu valdir Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Rasmus Joensen. Teir vórðu valdir uttan atkvøðugreiðslu.
  • Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara:
    Jens Marius Poulsen varð afturvaldur sum grannskoðari. Pf. Menta er framhaldandi uttanhýsis skrásettur grannskoðari.
  • Ásetan av limagjaldi:
    Samtykt at limagjaldið verður óbroytt, kr. 150,- um árið. Fíggjarætlan samsvarandi hesum varð tikin til eftirtektar.
  • Ymist:
    Einki mál var innkomið til fundin.

Fundurin lokin umleið kl. 20.15

Tórshavn 24. mars 2022
Torbjörn Nyström
settur skrivari

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.