OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Norrøna Felagið lá stilt frá aðalfundinum til til út á heysti í 2021. Vit hava seinasta árið haft trupult við at seta gongd á aktivitetin aftur. Okkara ætlanir um tiltøk í Føroyum vórðu avmarkað av Korona, hóast Korona var avmarkað í Føroyum, so hevði tað nógva rúmd í Norðurlondum.

Forbundsfundurin, sum vanliga er annaðhvørt ár, har formaður, skrivari og tveir nevndarlimir luttaka, varð hildin talgildur tann 22.09.21, sum eisini avmarkaði okkara luttøku.

Tað var sum heild trupult fyri okkum at seta gongd á tiltøkini hjá felagnum í árinum. Ráðstevnan um mál, sum var útsett nakrar ferð í 2020 og 2021, var ikki møguligt at seta aftur á skrá, eins og vit avlýstu jólahugnan á Reinsarínum.

Vit tóku lut á FNF-fundi 02.11.2021 í Keypmannahavn. Á fundinum var avgjørt at gera eitt uppskot til, hvussu peningurin frá Info Norden skal brúkast hjá Norrøna Felagnum. Norrøna Felagið í Føroyum eigur ein part av pengunum og tí varð eisini eitt samstarv við Nordjobb um møgulig átøk í Føroyum tikið upp eftir fundin. Talan er um at finna eina skipan til brúk av peninginum árliga, sum lýkur krøvini um at røkka flest fólki.

Eitt uppskot er lagt fram til kjak um at broyta forbundsfundin. Forbundsfundurin er hægsti myndugleiki í Norrønu Feløgunum. Fyri nøkrum árum síðan var forbundsfundurin styrktur, tá man ynskti eina skipan sum var meira grundað frá niðast til ovast. Við at geva betri møguleika til fleiri nevndarlimir í londunum at luttaka á forbundsfundi annað hvørt ár og á tann hátt verða við til at avgera komandi 2 árini hjá øllum Norrønu Feløgunum og FNF. Talan er nú um, at tann skipanin ikki hevur givið úrslitið, sum var ynskiligt, og uppskot er tí frammi um at broyta skipanina aftur. Skipanin er kostnaðarmikil, tá fleiri fólk úr øllum londunum skulu hittast annaðhvørt ár.

Vit luttóku, tá Norðurlandaráðið kom saman aftur í Keypmannahavn í 02.11.2021. Tað var sera gleðiligt, at vit hesa ferð kundu hátíðarhalda, at tónleikavirðislønin varð latin Eivør Pálsdóttir. Dómsnevndin vísti millum annað á, at Eivør fær virðislønina fyri sítt ótroyttiliga arbeiðið at seta Føroyar í miðdepilin. Hon brúkar føroyska tónleikaarvin og málið í sínum tónleiki.

Vit eru virkin í høvuðsstaðarsamstarvinum. Virksemið í samstarvinum hevur verið minni seinastu tíðina, men ætlanin er at seta gongd á ferðir til høvuðsstaðirnar aftur, næsti fundurin í høvuðsstaðarsamstarvinum er ikki ásettur enn, men verður vantandi innan stutta tíð, og vónandi verður møguligt við einari ferð til ein av høvuðsstøðunum í heyst.

Ráðstevnuna um mál í norðurlondum hava vit enn møguleika at skipa fyri, og vónandi verður orka og møguleiki til tað í komandi ári.

Takk fyri góðan aðalfund.
 

Turid Christophersen, forkvinna
Norrøna Felagiðí Føroyum

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.