Nevndin fyri Norrøna Felagið fekk ein nýggjan nevndarlim á aðalfundinum hjá felagnum seinast.
Eyðun Húsgarð, sum hevur sitið í nevndini í fleiri ár bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð John Johannesen valdur sum nýggjur nevndarlimur. Eyrit Guttesen og Heri Simonsen stóðu eisini fyri vali, og tey vórðu afturvald.
Tiltakslimir
Tiltakslimir eru nú Torbjörn Nyström og Carita Bjørklund.
Roknskapurin
Roknskapurin fyri 2016 varð eisini góðtikin, og limagjaldið er - enn sum áður - 120 krónur um árið.
Formansrøðan
Turid Christophersen, forkvinna, segði millum annað soleiðis í síni formansrøðu:
Størsta hendingin hjá okkum hetta seinasta árið hendi í mai mánaði í fjør, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, setti gongd á føroysku útgávuna av norðurlendska læruportalinum nordeniskolen.org
Norden i Skolen er ein heimasíða við undirvísingartilfari innan mál, náttúruvísund og umhvørvi til øll floksstig, sum norrønu feløgini hava tikið stig til. Ein spennandi portalur við teksti, hópin av filmum og uppgávum, men eisini møguleikum hjá næmingum og lærarum í øllum Norðurlondum at samskifta og skapa vinarbond.
Mest væleydnaða tiltakið hjá felagnum í fjør, var óiva ferðin til Orknoyar, ið varð gjørd í samstarvi við Fuglafjarðar Kvøldskúla og Steffen Stumman Hansen, fornfrøðing. 32 fólk vóru við á spennandi og væleydnaða túrinum, og tey lótu sera væl at. Ein roynd varð gjørd at endurtaka túrin í ár, men undirtøka er ikki fyri hesum, er nú staðfest.
Men avgerð er tikin um at fara ein líknandi túr til Suðuroyggjar – Hebridurnar – móti heysti 2018, so tað ræður um at vera klárurat melda seg til, tá tann túrurin verður lýstur leysur.
Eisini útferðin til Bíggjar og Gásadals í summar var væleydnað, við einum nærum fullum bussi og góðari máltíð á Kafé Fjøroy í Sørvági. Viðvíkjandi útferðini í ár, so komi eg aftur til tað evni seinni.
Av øðrum tiltøkum kunnu vit nevna, at vit í heyst, saman við Filmsfelagnum, skipaðu fyri filmssýning har søguligur norskur spenningsfilmur varð vístur.
Eisini vóru vit medfyriskiparar av nøkrum fyrilestrum, sum danski søgufrøðingurin helt runt um í landinum um norðurlendingar, sum flýddu til Norðuramerika, og hvussu gongst við arbeiðinum at finna teir aftur – eisinium nakrar føroyingar, sum ikki hoyrdist aftur frá.
Í desember mánaði skipaðu vit fyri sera væleydnaðumnorðurlendskum jólahugna í Reinsarínum í Havn. Vit tóku stig til tiltakið, og fingu feløgini hjá norðbúgvum í Føroyum við upp á tað. Tiltakið var so mikið væl eydnað, at avgerð varð tikin um at gera tað til eitt árligt tiltak. Eisini fegnaðust hini feløgini um, at Norrøna Felagið tók stig til okkurt, har íslendingar, norðmenn, sviar, danir og grønlendingar í Føroyum kundu vera felags um okkurt. Avbjóðingin til næstuferð er at finna fram til álendingar og finnar eisini, sum vilja vera við.
Í heyst høvdu vit eisini vitjan á íslendska barnabókarithøvundanum Þórarinn Leifsson, sum vitjaði skúlar í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi. Ein væl eydnað vitjan. Hetta við Norðurlendsku Rithøvundavitjanini er nú yvirtikið av Bókadeild Føroya Lærarafelags, og tey hava longu skipað fyri nýggjari vitjan, tað var norski rithøvundurin Simon Stranger, sum vitjaði 13. til 16. mars og vitjaði skúlarnar í Sørvági, Hoyvík, við Løkin og í Hoydølum.
Marjun Paturson hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum í sambandi við Rithøvundavitjanirnar. Hon samskipar eisini bókasavnsvikuna fyri okkum, sum er í november mánaði á hvørjum ári. Eg vil nýta høvið til at takka Marjuni fyri góða arbeiðið hon ger fyri okkum.
Samstarvið við Norrøna Ungmannafelag Føroya er eisini gott. Okkara ungu arbeiða áhaldandi við at skapa aktivitetir, og vit kundu í farna ári fegnast um, at NUF hevur verið við til at streingja á, so at eitt ungdómsráð fyri útnorðurøkið nú er stovnað við tilknýti til Útnorðurráðið.
Størsta avbjóðing okkara fyri framman er Høvuðsstaðarstevnan 2017, sum verður hildin í Tórshavn vikuskiftið 25-27. august. Okkara felag hevur ikki luttikið í høvuðsstaðarsamstarvinum í longri tíð, men hava spurt okkum fyri nakrar ferðir, tó uttan at hava fingið nakað ítøkiligt aftursvar.
Hesaferð var tað Norræna Félagið í Reykjavík, sum vendi særtil okkara. Í sambandi við at túrurin var komin til teirra at skipa fyri, høvdu tey sum uppskot at leggja stevnuna í Tórshavn. Hesum játtaðu vit sjálvandi, og fyrireikingarnar til stevnuna og fundin eru í hásæti.
Norðurlandahúsið er sinnað at hýsa fundinum og onkrum mentanartiltaki í hesum sambandi, og vit eru við til fyrireikingarnar.
Í skránni er ein útferð leygardagin 26. august. Endaliga skráin fyri túrin er ikki løgd enn, men tað verður ein busstúrur norðureftir. Orsaka av hesum, skipar felagið ikki fyri vanligu útferðini í juni í ár, men vit fara at bjóða limum okkara á útferðina, sum vit skipa fyri í sambandi við høvuðsstaðarstevnuna.
Í løtuni verður roknað við, at tilsamans um 40 fólk fara atkoma úr Reykjavík, Oslo, Keypmannahavn, Stockholm og Helsingfors.
Árið í ár er annars í norðurlendskum høpi merkt av, at tað íár eru 100 ár liðin síðan Finnland gjørdist sjálvstøðugt lýveldi. Hetta kemur eisini at merkja okkara skrá fyri komandi vetur við onkrum tiltaki um Finnland.
100 ára dagurin hjá okkara rørslu stendur eisini fyri framman. Tey fyrstu norrønu feløgini, tað var í Danmark, Svøríki og Noregi, vórðu stovnað í 1919, og tí verður 100 árið fyri stovnanina av norrønu rørsluni hátíðarhildin í 2019. Vit vera við í onkrum av tiltøkunum í hesum sambandi, men kunnu ikki siga nágreiniliga enn.
Í árinum, ið farið er, hevur nevndin hildið seksnevndarfundir. Eg havi sum forkvinna verið á tveimum norðurlendskum FNF-formansfundum, báðir hildnir í Keypmannahavn, og skrivarin hevur harumframt verið á trimum aðalskrivarafundum, í Helsingfors, Oslo og Keypmannahavn, umframt einum redaktørfundi í Keypmannahavn.
Ein av limunum í nevndini, Eyðun Húsgarð, sum varð valdur ínevndina fyrstu ferð í 2009, hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at taka við afturvali. Eg vil nýta høvið til at takka Eyðuni fyri gott samstarv í nevndini.
Takk fyri