Viðarlundatúrur
Vit fara túrin leygardagin 6. juni 2026 kl 8:30 frá farstøðini í Havn. Farið verður norðureftir, har Hans Hjalti Skaale, gartnari í Klaksvíkar kommunu kemur at greiða okkum frá.
Vit vitja viðarlundina úti í grøv í Klaksvík, viðarlundina i Kunoy, og tað sum hendir norði á Viðareiði. Vit keypa vatn við.
Ætlandi eta vit miðmála á Fríðu í Klaksvík
Farið verður suðuraftur kl 16:00 er eru vit í Havn klokkan gott 17:00
Prísur: Limir ókeypis og gestir kr. 100,-
Melda til (Nøvn) til Ásmund tel 214844 ella Messenger ella teldupost
Seinasta freist at melda til er 4. juni kl 22.00!
Ert tú gestur skalt tú gjalda kr. 100 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttakaran at skriva "Útferð" og navnið á tí, sum er meldaður til.