OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-20

Árliga útferðin hjá Norrøna Felagnum 2012 verður Krists himmalsferðardag, sjálvan tjóðardag Noregs, 17. mai. Hesaferð gongur leiðin til Leirvíkar, haðani ætlanin er at ganga um fjallið til Norðagøtu.

Farið verður av Farstøðini í Havn við bussi hósdagin 17. mai klokkan 9. Haðani verður koyrt til Leirvíkar, har vit vitja á Bátasavninum áðrenn farið verður til gongu um fjallið við staðkendum ferðaleiðara.

Fjallagøtan millum Leirvík og Gøtu er serlig. Hon er væl hildin, nógva staðni er gøtan laðað - nærmast sum trappur - við gelendara.

Gøtan varð í fjør kosin "Best røkta fjallagøta" av umhvørvistiltakinum hjá kommunufeløgunum.

Talan er um ein krevjandi túr, og farleiðin oman til Gøtu er rættiliga brøtt, og tí verður frárátt fólki við hæddarræðslu at koma við.

Tá komið er til Gøtu fáa vit eina rundvísing í bygdasavninum, eins og høvi verður at síggja aldargamla býlingin og gomlu trækirkjuna.

At enda eta vit eina veitslukenda máltíð í Glyvrahanusarhúsi.

Kostnaðurin fyri útferðina er einans 300 krónur. Fólk, ið ikki eru limir í Norrøna Felagnum kunnu koma við fyri 400 krónur.

Tilmelding til útferðina fer fram við at flyta 300 krónur (400 krónur fyri ikki-limir) á kontuna hjá Norrøna Felagnum í Bank Nordik: 6460-153.224.5

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.