Norrøna Felagið í Føroyum er limur í Foreningerne Nordens Forbund (FNF), Meginfelag Norrønu Felaganna, sum hevur skrivstovu í Keypmannahavn.
FNF leggur til rættis samstarvið millum norrønu feløgini í teimum 8 norðurlondunum. Norrønu feløgini arbeiða fyri einum øktum norðurlendskum samstarvi innan:
- Arbeiðs- og vinnulív
- Mentan
- Útbúgving
- Umhvørvi
- Fjølmiðlar
Tað er uppgávan hjá FNF at samskipa og stuðla felags áhugamálini hjá limafeløgunum í arbeiðinum at styrkja fólksliga norðurlendska samstarvið. Arbeiðið hjá FNF byggir á raðfestingarnar, sum limafeløgini hava gjørt hvørt í sínum landi.
FNF formansskap
Formaður/forkvinna og skrivari hjá Norrøna Felagnum í Føroyum eru í formansskapinum hjá FNF.