OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-11-11
  • End Date: 2024-11-11

Tann 14.-16. oktober í ár verður fyrsta ráðstevnan hjá Ungdómsins Útnorðurráði hildin. Ráðstevnan verður hildin í Reykjavík og luttakarirnir eru úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum, umframt at ung úr norður Noreg eru við sum eygleiðararir. Hvørt land sendir 4 umboð frá politisku ungmannafeløgunum avstað.

Stigtakarir til ráðið er Norrøna Ungmannafelag Føroya, sum eisini hevur arbeitt við hesum og gjørt verkætlanina til veruleika í samstarvi við Útnorðurráðið og íslendska systurfelag teirra, Ungmennadeild Norræna Félagsins.

Tankin handan Ungdómsins Útnorðurráð er at skapa eitt forum, har tey ungu í Útnorði saman kunnu kjakast um, hvussu Útnorður kann gerast eitt betri stað fyri ung at búgva.

Hetta er, sambært stigtakarunum, ein alneyðugur spurningur at svara, tí fólkafráflytingin av ungum fólki – serliga ungum kvinnum – er sera stór í Útnorði.

Ætlanin er, at Ungdómsins Útnorðurráð skal koma við nøkrum tilmælum til, hvussu londini kunnu loysa nakrar av hesum demografisku trupulleikunum, ið viðkoma ungum. Endaliga skjalið verður lagt fram fyri Útnorðurráðnum og øðrum viðkomandi stovnum, sum kunnu vera við til at gera hugskotini til veruleika.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.