OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Dagarnar 5. og 6. september 2014 verður Norðurlandahúsið karmur um spennandi tiltøk, sum seta Útnorður á breddan. Mentamálaráðið skipar saman við Norðurlandahúsinum fyri Útnorðurdøgum. Føroyar, Grønland og Ísland verða samannevnd “Útnorður”. Londini í Útnorðri hava hvør sær nógv at bjóða uppá, og saman enn meir!
Hesar báðar dagarnar verður høvi hjá øllum at forvitnast og fáa vitan um samstarv í Útnorðri og at uppliva mentanina í teimum trimum londunum.

Á skránni verða framsýning, filmssýning, tónleikur, upplestur og matur úr Útnorðri. Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin við mentamálum, setir dagarnar fríggjadagin kl. 15, og beint eftir setanina verður pallborðsfundur undir heitinum: Útnorðursamstarv –politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara atkjakast um útnorðursamstarvið.

Tað er Útnorðurráðið, ið hevur samtykt, at Útnorðurdagar skulu haldast. Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri. Dagarnir vórðu hildnir í Íslandi í 2012 og í Grønlandi í 2013.

Mentamálaráðið hevur saman við Norðurlandahúsinum, Norrøna Felagnum, NORA, Íslendska konsulátinum, Íslendingafelagnum og Grønlendingafelagnum tikið stig til at fyrireika Útnorðurdagarnar 2014.

Skrá

Skráin fyri útnorðurdagarnarer henda:

Fríggjadagin 5. september 2014

Kl. 15.00
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum, setirÚtnorðurdagarnar.
Dánjal á Neystabø framførir stuttan tekst úr "Ritrósum" eftir Ármann Reynisson, við musikalskum twisti.

Kl. 15.15
Pallborðskjak: “Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur”

Pallborðsluttakarar:

  • Bill Justinussen, formaður í Útnorðurráðnum: Politikkur í Útnorðri
  • Gunvør Balle, løgtingskvinna: Sendiharri í Útnorðri
  • Áki Johansen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni: Hoyvíkssáttmálin
  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: Vinnan í Útnorðri
  • Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu: Útnorðurlendskur samleiki
  • Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum: Mentanarligt samstarv í Útnorðri
  • Ingi Samuelsen verður orðstýrari.

Kl. 17.00
Miki Jacobsen úr Grønlandi framførir tekst úr "Ritrósum" eftir Ármann Reynisson, við musikalskum twisti

SMAKKA borððreiðir við útnorður-brellbitum.

Kl. 18.00 Íslendski filmurin Dansinn verður sýndur, kostnaður 50 kr. Árni Dahl, sum var partur av framleiðslutoyminum í 1998, greiðir frá.

Leygardagin 6.september 2014

Kl. 15.00
Dorete Bloch letur upp framsýningina “Villini sugdjórí Útnorðri” við myndum eftir Edward Fuglø
Framsýningin er opin til 12. september kl. 17.00.

SMAKKA borððreiðir við útnorður-brellbitum.

Kl. 15.30
Familjukonsert við Dánjali á Neystabø, Miki Jacobsen, GL, og Angeliku Nielsen. Við støði í barnasangum úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum verður improviserað og spælt, so øll, frá 0-100 árum, kunnu føla seg vælkomin í Útnorðurheimi.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.