OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Útferðin 2009 verður til Skarðs á Kunoynni leygardagin 13.juni. Hon er í samstarvi við Norðoya Kunningarstovu. Tilmelding í seinasta lagi 27. mai á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella 217999. Kostnaður kr. 300,00 at gjalda við fráferðina.

Vit fara frá Farstøðini í Havn kl.07.45.
Kl. 09.00 eru vit í Bygdarhúsinum í Haraldssundi. Har verður greitt frá um gonguferðirnar og um Skarð.
Kl. 09.30 verður avgjørt, hvør heldur seg vera føran fyri at ganga upp um gjónna (Skarðsgjógv), eitt sindur bratt omaneftir.
Kl. 10.00 verður koyrt til Kunoyar bygd. Um nøkur ikki hætta sær tann vegin, er møguleiki at ganga norður eftir bakkanum (góðir 7 km, gott at ganga, siga tey) til Skarðs, har øll hittast við grundirnar kl.13.00. Staðkendir ferðaleiðarar vera við á báðum ferðunum.
Kl. 16.00 verður farið oman á Kleivina og við báti aftur til Haraldssunds.
Kl. 16.45 verður farið til borðs í Bygdarhúsinum í Haraldssundi. Eftir døgurðan fara vit aftur til Havnar.
Viðrar ikki, og vit noyðast at avlýsa, verður tað kunngjørt í Útvarpinum kl. 07:00.