Hevur tú
- hug og áhuga fyri at fáa studentsútbúgving í altjóða høpi?
- hug at uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða undirvísingarumhvørvi?
- áhuga fyri mannarættindi og umhvørvi?
Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College, ið liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) í Dale í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2026 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving,
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial studentsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi eins og eitt føroyskt studentsprógv innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi.
Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.
Til ferð aftur og fram millum Føroyar og skúlan rindar Studni 3.100 kr um árið (2026)
UWC Føroyar
Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til UWC Føroyar á telefon 555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no
VIDEO
Videofilmur um skúlan á Youtube her
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook her .
Umsókn um upptøku á UWC RCN verður skrivað á umsóknarblaði her , sum eisini er at finna hjá
- Vegleiðingarstovuni www.vegleiding.fo
- Reyða Krossi www.reydikrossur.fo
- Undirvísingarstýrinum www.undirvising.fo
Umsóknarblað saman við avriti av seinastu støðumetunum, skalt tú í telduposti senda
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 5. mars 2026, kl 16 í Undirvísingarstýrinum, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn.
Tórshavn, 28. januar 2026
UWC Føroyar