OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-23
  • End Date: 2024-10-23

Norrøna Ungmannafelagið NUF skipar fyri almennum flaggdagshugna í Havn flaggdagin - fríggjadagin 25. apríl.

Eftir flaggdagshaldið á Vaglinum bjóðar ungmannafelagið til hugna við kaffi og øðrum í Posthúskjallaranum.

Kl. 16.30 fer Jógvan Arge, býráðslimur at greiða frá hvussu Merkið bleiv til, hví litirnir eru teir teir eru og um stríðið at fáa føroyska flaggið viðurkent.

Tá pápi Jógvan, Niels Juel Arge útvarpsstjóri, gav út bók um søguna hjá Merkinum, var Jógvan Arge við til at ritstjórna bókina.

Tiltakið í Posthúskjallaranum er frá 16 til 18 og er alment. Umframt framløguna hjá Jógvani Arge, fer Jákup Lind Dam eisini at syngja nøkur løg.