OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

  • Start Date: 2024-10-22
  • End Date: 2024-10-22

Siv útsett. Tíverri noyðist Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, at senda avboð, nú politiska støðan í Íslandi so brádliga broyttist, og val verður 25.apríl 2009. So eingir fyrilestrar verða 14. og 15.februar. Siv er tó bara útsett, ikki avlýst, hon vil fegin koma seinni í ár, tá politiska støðan í heimlandinum er voðin støðug.

Ársaðalfundurin verður mikudagin 25.mars kl.19.30 í Norðurlandahúsinum. Uppskot at viðgera undir ”ymiskum” á ársaðalfundinum skulu vera nevndini skrivliga í hendi átta dagar fyri fundin.

Summarútferðin 2009 verður til Skarðs á Kunoynni leygardagin 13.juni. Meira verður at frætta um hana seinni.

Fyrispurningur er um limaferð til Finnlands í summar. Talan er um Helsinki og har á leiðini. Nevndin vil fyrst vita, um veruligur áhugi er fyri slíkari ferð, áðrenn meira verður gjørt. Tey, sum hava áhuga, verða biðin um at siga felagnum frá í seinasta lagi 15.februar.

Mint verður á limatilboð og -ferðir hjá norrønu feløgunum í hinum londunum. Tey eru at finna á heimasíðum felagsins. Slóðir eru á okkara heimasíðu. Limakortið er prógv um limaskap.

Freistin at søkja um stuðul hjá Nordplus til skúlaárið 2009/10 er til 2.mars 2009. Meira á www.ask.fo
Norðurlendski fólkaháskúlin í Kungälv við Göteborg www.nordiska.fhsk.se bjóðar føroyingum hálvt frípláss, og Cirius í Danmark www.ciriusonline.dk letur donskum ríkisborgarum, sum eru í fólkaháskúlum í hinum Norðurlondunum, 700 DKK um vikuna.

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.